- Lív mítt fór totalt í svart, tá eg í 2006 fekk boðini um at eg aldrin fekk ta fullu sjónina aftur, sigur vestmenningurin Olvin Klein Olsen. Hann er nú komin fyri seg aftur, og úrslitið hoyrist á nýggju fløguni ?Tilbage til livet? sum kom út í farna mánaði.
- Sangirnir eru skrivaðir við einum einasta endamáli: At fáa onnur at hugsa eitt sindur meiri um lívið og ikki koyra avstað við 150 km/t.
- Júst hetta evnið snýr tann eini sangurin seg um - hetta at hugsa um lívið á lívsins vegi, sigur Ovin Klein Olsen.
Í hesum døgum vitjar tann rættiliga sjónveiki Ovin í Føroyum. Hesar dagarnar fer hann at hava framførslur á ymiskum støðum.
Skráin hjá honum er henda:
Mikukvøldið kl. 19 í Hoyvíkar kirkju, fríggjakvøldið kl. 19 í Christianskirkjuni, leygarkvøldið kl. 19 í Kollafjarðar missiónshúsi og sunnudagin 11. apríl kl. 17 í Sørvágs missiónshúsi.
Konsertferðin hjá Ovin Klein Olsen endar mánadagin í næstu viku, tá hann kl. 19 fer at vitja í Gøtu kirkju.