Eitt lítið brot úr greinini Føroyskur skúli (1973) umrøðir eina kanning hjá ‘Direktoratet for Folkeskolen og Seminarierne.’ Kanningin vísti, at bert upp ímóti 10% av næmingunum í 8. flokki vildu halda fram í 9. flokki, um so var, at teir bert kundu sleppa at halda fram á øðrum skúla, men næstan 70% hildu fram í 9. flokki, um teir sluppu frá at skifta skúla.
Um enn luttøkan man vera vaksin, síðan henda kanning varð gjørd, so vísir hon kortini týðiliga, hvønn týdning tað hevur fyri næmingar at sleppa frá at skifta skúla. Og harafturat er »samfelt lyndi til, at næmingar, ið skifta skúla, fáa bæði lægri árskarakterir og lægri próvtøkukarakterir, enn teir næmingar fáa, ið halda fram í sama skúla, sum teir gingu í frammanundan« (Kanning í Horsens viðv. realpróvtøku).
Henda umrødda kanningin hjá Direktoratinum var um tað at skifta úr 8. flokki í 9. flokk (10. flokkur mundi ikki vera til tá). Hugurin at skifta skúla úr 9. flokki í 10. flokk í Føroyum man valla vera frægari.
So ein møgulig skúlaskipan, har næmingar noyðast at skifta skúla fyri at sleppa at halda fram í 10. flokki, má eftir hesum ábendingum roknast at fara at vera ein skipan, sum rekur ein stóran part av næmingum úr fólkaskúlanum eftir 9. flokk.