J.P.Heinesen,
rithøvundur
Nøkur sitat
Fyrst frá einum forfardum, ungum dreingi júst komin úr Danmark: ?Veitst tú, hvat danskarar kallaðu meg? Teir kallaðu meg ?en nasserøv??.
Jørgen Landt skrivar í 1800: ?Tapperhed troer jeg just ikke at kunne rose dem for.? (Dem, altso føringum).
Fjøruti ár seinni skrivar amtmaðurin Pløyen: ?Teir eru (føringar altso) tjóvskir og frekir biddarar.?
Ræddiskítar, tjóvsvætti og biddarar, enntá frekir! Er hetta ein partur av teirri útgerð, vit hava arvað frá okkara forfedrum?
Tacitus skrivar fyri umleið 2000 árum síðani: ?Vælgerðir koma einans væl við, um vit eru soleiðis fyri, at vit kunnu gera okkurt aftur fyri tær.?
Vit taka eisini nøkur sitat um sambandið.
William Heinesen: ?Sambandspartiet er næsten fuldstændig uden moral.?
Advokaturin Halgir W. Poulsen: ?Vit lata danir gera tað skitna arbeiðið fyri okkum.?
J.P.H.: ?Eini rættindi uttan skyldur eru eingi rættindi, tað er ein olmussa.? Sambandsmura?: ?Gongur tað ikki, so gongur tað kortini. Vit hava jú altíð Danmark sum trygdarnet?
Móðir Teresa: ?Vit kunnu ikki liva uttan stoltleika. Hava vit ongan stoltleika, so fánar menniskjað í okkum burtur, og eftir verður bert ein hamur.?
Platon: ?Latið tey fáa valdið, sum ikki vilja hava tað?
Jørgen-Frantz Jacobsen: ?Sambandspartiet er kulturelt ganske impotent.? Tað ?demoraliserer folket.?
Jørgen-Frantz skrivar í somu grein: ?Det må beklages, at sambandspartiet i sin forskrækkelse over udviklingen blev så reaktionært, at det gik hen og kuede selve fremskridtets ånd. Sambandspartiets førere forstod ikke, hvad der foregik. De troede, at den nationale bevægelse var fjenden, der ville føre øerne ud i uholdbare tilstande. De fattede ikke, at netop denne bevægelse var den eneste faktor, der havde mulighederne for at formidle og bearbejde udviklingen og modne folket til en ny tid. De troede, at den danske stat kunnu gøre fremskridtet for færingerne, og at disse, uden at forstyrres af åndelige komplikationer og uden at betale noget, kunne nyde dets frugter. De var ikke klar over, at det frem-skridt, som et folk ikke selv deltager i med hele sin sjæl og med alle sine øko-nomiske ressourcer, slet ikke er et fremskridt, men tvært-imod en udvikling, der distancerer og demoraliserer folket.?
Tá kundi ein studentur seta sjálvan statsministaran skák mát. Hvussu við tí í dag? Tað er líkt til, at teir hjálpa honum í hansara arroganta og demoraliserandi stríði við Føroyar.
Tann ævigi taparin
Søga sambandsins er í grundini ein sorgarsøga, ein ósigurssøga. Flokkurin kann vinna í atkvøðum og kortini tapa. Í øllum týðandi málum hevur hann noyðst at hopa undan og geva seg yvir. Hann tapti í málspurninginum. (Ja, hevur hann nú tað? Og munnu tey fegnast?). Hann tapti í flaggspurninginum, hann vildi einki føriskt útvarp hava, tað var bara at fáa danska statin at økja um sendaran í Kalundborg, so sluppu vit enntá frá at betala nakað, og tað er ikki at forakta, munnu tey hava hildið. Osfr, osfr, og hann kemur eisini at tapa í fullveldismálinum, tí at fullveldið er dømt til at vinna, tað kann ikki steggast.
Men hví bara leggjast á henda ólukkuliga flokk, hví ikki taka hin sambandsflokkin við. Veruleikin er jú tann, at í javnaðarflokkinum finnast fólk, sum eru meira fanatisk sambandssinnað, enn hvat tey eru í hasum ólukkuliga flokkinum. Tú hevur stundum eina kenslu av, at oddamaðurin hjá teimum ikki meinar tað, hann sigur, at hann fær ikki sagt tað, sum hann meinar, fyri øllum líkunum, - sum tey plaga at taka til -hann hevur í lastini. Hann noyðist at ansa sær og vera varin yvir fyri sínum egnu.
Og tú dugir ikki at fata, hví maðurin er so arrogantur, hví hann ikki tosar við okkum, men niður til okkara. Hví tekur hann okkum ikki fyri fult? Heldur hann okkum vera smábørn? Hermir hann kanska eftir statsministaranum? Og heldur hann tað kanska vera fínt?
Romantikkur
Orðadráttir um hesi mál hava altíð verið og halda vist ongantíð uppat. Fyri nøkrum árum síðani var tað eitt javnaðarfólk sum eftir øllum at døma hevði sett sær fyri at skera ígjøgnum og seta tingini upp á pláss og deklameraði, at allur hesin sjálvstýrispolitikkurin var einki annað enn romantiskur skaldskap-ur.
Fullkomiliga misskilt. Totalt. Tað er beint tvørturímóti. Tað snýr seg so sanniliga ikki um roman-tikk men um tann beiska veruleika, og her koma vit júst til tað, ið bendir á, at sambandsfólk skilja ikki, hvat tað í roynd og veru snýr seg um, hvat tann veruligi kjarnin er, tað er, sum tora tey ikki at nærkast honum, men mala uttan um.
Og hvør er so tann beiski veruleikin. Hann er tann, at vit mugu og skulu gerast sjálvbjargin. Vit skulu og mugu klára okkara egna húsarhald. Har er einki tvíbýti. Vit vilja undir ongum umstøðum vera ?útskotspakk og nassirumpur?, ikki talingur um, ikki upp á vilkor. Vit mugu og skulu kasta hesa veraldarskommina av okkum. Vit eru í túsundatali, í tíggju túsunda tali sum ikki vilja finna okkum í hesi ver-aldarskomm.
Tey alboga seg inn í tingið og upp á tingsins røðarapall. Til hvat? Fyri at hoyra seg sjálvan? Ongantíð koma tey inn á tað, sum er mest átrokandi, inn á sjálvan kjarnan í okkara politiska lívi, tað, sum alt átti at snarað seg um, nevniliga, hvussu skulu vit gerast sjálvbjargin, hvussu skulu vit klára okkara egna húsarhald? Hvat skulu vit gera?
Tú hevur eina kenslu av, at tey arbeiða øvugt, at tey arbeiða fyri, at vit ikki skulu klára okkum sjálv, tað skal vera so dýrt at liva her, at vit ongantíð skulu fáa ráð til at liva stolt og skammleys. Í staðin fyri at leggja alla politiska orku í, at vit skulu gerast sjálvbjargin, royna tey at leggja fótonglar fyri og gera teimum fortreð, ið royna tað. Er tað virkiliga tað, tey hava alboga seg inn í tingið til? So hevði verið best at tey bara sluppu sær heim til hús at gera okkurt til nyttu.
Útskotspakk
Vit vóru ein túr í Írlandi nú í summar, eitt deiligt land, landslagið minnir nógv um tað føriska. Vit vóru eisini ?in Dublins fair city, where the girls are so pretty?, og kunnu ásanna, at tað eru genturnar í roynd og veru. Vit hittu ungan írlending sum visti eitt sindur um Føroyar og sum skilti danskt rættiliga væl, og hann var mestsum líka skelkaður sum hasin ungi drongurin, ið hevði fingið at vita, at hann var ein nassirumpa. Hesin írlendingurin hevði verið saman við nøkrum donskum ungdómum og skilti, hvat teir søgdu og teirra útleggingar.
Og hvat søgdu teir so. Teir vóru ógviliga avgjørdir og søgdu bart út, eisini á enskum, so øll skuldu skilja tað, at Føroyar og føringar vóru ?bærmen?, berman, útskotspakkið í danska ríkinum og áttu at verðið blakaðir út og tað í stundini.
Tað er lítið at ivast í, at hetta er vanliga hugsan millum danskan ungdóm, og hvat sigur føriskur ungdómur til tað. Eg haldi meg hoyra sambandsungdómin argur á málinum beinanvegin siga: Ja, hatta er úrslitið av tykkara sjálvstýrispolitikki, súpið nú tykara egnu rotnu súpan.
Tað eru fólk, sum halda seg ongantíð gera nakað skeivt. Tey eru tey æviga óseku og meinaleysu. Tað er altíð hini, sum hava skyldina. Men hvat skal man siga um ein flokk, sum er ?fuldstændig uden moral?, sum ?demoraliserer folket?. Hetta var ikki sagt av hvørjum sum helst, men av okkara bjartastu heilum.
Jørgen-Frantz skrivaði: ?. . . forhåbentlig har de (sambandsflokkarnir) af fortiden lært så meget, at de indser, at staten nok kan hjælpe, men at selve fremskridtet kun kan vindes ved en indre regeneration, en kraftastrengelse fra færingernes side.?
Og aftur til boðskapin frá Jørgen-Frantz: ?De (sambandsflokkarnir) var ikke klar over, at det fremskridt, som et folk ikke selv deltager i med hele sin sjæl og med alle sine økonomiske ressourcer, slet ikke er et fremskridt, men tværtimod en udvikling, der distancerer og demoraliserer folket.?
Og Jørgen-Frantz heldur fram: ?Med deres (javnaðarfloksins) store stemmetal og deres politiske tilknytning til regeringen, har de en indflydelse som intet andet færøsk parti. De vil kunne fristes til at gøre sambandspartiets fejl om igen. Med statskassens velvillige hjælp vil de kunne vinde tilhængere på det program, at Danmark nok kan sørge for fremskridtet på Færøerne. Men forhåbentlig har de af fortiden lært så meget, at de indser, at staten nok kan hjælpe, men at selve fremskridtet kun kan vindes ved en indre regeneration, en kraftanstrengelse fra færingernes side.?
Onkur vil kanska siga: Jamen hatta varð skrivað fyri 70 árum síðani. Vit svara: Innan fyri hatta umráðið er lítið og einki hent. Har er støðan so at siga status quo.
Høvdu danskir og føriskir politikarar lurtað betur eftir slíkum boðskapum sum frá Jørgen-Frantz, hevði mangt sæð øðrvísi út her á landi.
Kompleksir
Hvat er tað fyri boðskapir, vit hoyra úr Danmark í dag? Tað eru serliga tveir persónar, ið hava gjørt vart við seg, og eg haldi meg ikki hava sæð ljótari skriving, har eyknevni og ørligir pástandir perla rað á rað sum frá hysteriskum smá-dreingjum, - serliga tann eini persónurin er hervi-ligur, tað er sum esjar skriv-ing hansara av kompleksum av ymsum handa slag. Gud veit, at minnir hann ikki so lítið um tann goyggjandi Goebbels. Er eingin í javnaðarflokkinum, sum kann tala at hesum hysteriska fussaríði. Hvør hevur gjørt hesum ólukkudýrinum fortreð? Hvussu kann nakar øsa seg so upp um, at føringar ikki undir nøkrum umstøðum vilja vera ?nasserøve?, men klára sítt egna húsarhald, hvat ilt er í tí?
Har er eingin boðskapur, als ikki tann strálandi stílurin ella tað glógvandi skarpa vitið, tað formatið og talentið, sum ráddi tá fyri 70 árum síðani, men bert vanligt, sera illa orðað grenj, ja, ein arketypisk øði, nakað, sum mest minnir um sjúkligt hatur til tann eina mannin, til Høgna Hoydal og til allar teir føringar sum fram um alt vilja klára sítt egna húsarhald og ikki vera ?nasserøve.? Tað er, sum missir hann - ella báðir tveir - tamarhaldið á sær sjálvum bara hann sær navnið Hoydal. Og hvussu ber tað til, at Óli P. sær út til at missa sítt stóra talent og síggja reytt, hvørja ferð hann fer í holt við henda persónin? Hvat er tað, sum liggur aftanfyri? Og hví hetta mannminkandi og skammiliga Hoydalskompleksið?
Skaparkreftir
Og hvør er so hesin Hoydal? Er hann eitt sovorðið beist og ein sovorðiðn svínhundur, sum hann verður gjørdur til? Nei, als ikki, hann er ein skilamaður, altíð hampiligur í orð og tal. Vit taka fult undir við honum í stríði hansara fyri at sleppa okkum út úr veraldarskommini.
Hoydalsfamiljan er ein skapandi familja. Hon hevur skapað stór virði í føriskum mentunarlívi. Og tað er kanska her hundurin liggur begrivin. Kanska stavar handa ljóta, næstan perversa skrivingin, henda hjálparleysa øðin frá eini vesæligari øvund, tí hvat hava hesir báðir skribentarnir skapað. Hvar er teirra skaparkraft? Teirra vellandi skapargleði? Tað er møguligt, at teir hava skapað okkurt og síðan krógvað tað í onkrari skuffu. Men hví koma teir so ikki fram við tí? Mystiskt.
Annar teirra sigur í viðtalu í donskum blað, at tað eru í grundini sambandsfólk, sum eru tey bestu skaldini her á landi. Hvat er tað ikki krúpandi feikt at breiða slíkt út ímillum danskarar. Er tað ikki at stinga sín egna bróður í bakið? Tað vóru menn, ið yrktu føðilandssangir fyri umleið 100 árum síðani, men í somu løtu, teir fóru yvir í sambandið, tagnaðu teir, og tað hevur ikki látið í teimum síðani.
Tey plaga at reypa sær av Heðini Brú og Martini Joensen, men Heðin og Martin vóru ikki sambandsmenn, teir vóru sjálvstýrismenn um ein háls, og um farast skal eftir eftirkomarunum, so vóru teir meira tjóðveldismenn enn javnaðarmenn. Eina ferð afturat: hvat er tað ikki krúpandi feikt at bíta sín egna bróður í bakið. At dríta í egið reiður.
Framúr journalistikkur
Tað, sum hevur verið skapað í føriskum mentunarlívið, er og verður yvirhøvur skapað av sjálvstýrisfólki. Tað hevur eydnast hesum fólkum, sum oftast fyri onga løn, men við at ofra bæði tíð, pengar og kreftir, at skapa so stór mentunarlig virði innan fyri allar greinir, at tað er næstan ikki til at fata. Og so fáa tey bert svartasalt í reyvina afturfyri frá hesum báðum persónunumm. Skammleyst! Ónt! Fult av sjúkligari øvund.
Hesir báðir skribentarnir fáa óføra hjálp frá donskum blaðmonnum. Ein fann upp á tiltakið: SPAR I SKAT - SKYD EN FÆRING. Ein annar skrivaði soleiðis: ?Jeg fik grundlagt mit enøjede had til færingerne som 13-årig, og det har holdt sig, så jeg ler ondt og skadefro når de i dag falder hjælpeløse og vingeskudt ud over afgrunden.?
Ein triði: ?Under de færøske nissehuer skjuler sig et krater af boblende galskab. Her kommer repræsentanten for os, der poster millioner og atter millioner op i de tobenede bjerggeder, og så undlader de ikke bare at sige tak, de stikker ikke engang kloven frem til hilsen.?
Sami tónin. Sami stílur.
Og sanniliga skrivar ein fjórði soleiðis: ?på Færøerne er det en dårlig hustru, der føder mindre end ti børn.?
Hetta stendur alt órættað í donskum bløðum. Er tað ikki ein einastandandi journalistikkur?
Tað er líkt til, at menniskju mugu hava onkran at síggja niðurá. Undir krígnum stuttleikaðu týskarar sær við at kalla danskarar ?die dummen Dänen?, (og tað gera teir kamska enn?), og mundu danskarum dáma tað væl, mundu teir fegnast um tað?
Tú hevur eina kenslu av, at sambandsflokkarnir báðir fegnast, hvørja ferð tað hevur eydnast teimum at vinna sitandi landstýri onkra neis, tú mestsum sær teir flenna í kíki og klappa hvørjum øðrum á herðarnar: Ha, vit sleppa frá fullveldistvætlinum, vit sleppa frá at klára okkara húsarhald.
Ein hugsjón
Ein sambandspolitikari skrivaði fyri nakað síðani, at sambandsflokkurin var einasti flokkur í Føroyum við hugsjónum ella visiónum. Hvat í allari víðastu verð man tað vera fyri hugsjónir? Kanska tað at hava sum mál at liva upp á nass? Hvussu ørt skal tað vera, áðrenn alt brestur fyri okkum? (Fólk tykjast at vera ótrúliga tornom, so lat okkum endurtaka tað: Eini rættindi við ongum skyldum, eru eingi rættindi. Tey eru olmussa. Tað er at vera nasserøv).
Um sambandsflokkurin skuldi kunna reypa sær av hugsjónum, so skuldi hann farið at stríðst fyri at gjørt Føroyar aftur til eitt amt við somu skyldum og rættindum sum hini amtini. Tað hevði ið hvussu er verið eitt slag av hugsjón.
Gátuførur politikkur
Tað er líkt til, at vit sleppa ikki út úr okkara ólukkuligu støðu. Sambandsflokkarnir báðir vilja ikki hjálpa til við tí. Teir gera líkasum alt fyri at gera fortreð - við eitt nú tí 100 ára gamla triksinum at gera fólk bangin, so tey missa mótið og ikki tora so frætt sum at droyma um sjálvstýrið og sjálvbjargnið. Og við at díkja á fíggjarlógina og gera alt so hopileysa dýrt, at her verður ikki livandi. Danskir politikarar kenna okkara psyku, okkara húskallalyndið og vita akkurát, hvussu teir skulu fara við okkum, tí hjálpa teir sambandsflokkunum so væl við forskrekkilsinum.
Rokna teir kanska við, at teir við at taka móðurmálið frá okkum og gera okkum til eitt slag av danskarum kunnu lumpa sær til at fáa landgrunnin aftur og fara av stað við eini møguligari oljuvinnu? Hvat er tað, sum teir hava í kvittanum við sínum gátuføra politikki?
Teir kunnu risikera at spæla av við ikki bara Føroyar men eisini Grønland, og tað verður eitt prestisjutap, sum danska ríkið als ikki tolir, tí hvat verður Danmark tá. Sum onkur tók til herfyri: tá verður Danmark ein pornoforrætning í Norðurtýskalandi við statsministaranum sum krambakalli. Tað var ónt og óreint sagt, men als ikki óndari og óreinari enn tað, sum danskarar siga um Føroyar.
Sannleikin er, at hóast teir innast inni ynskja okkum hagar piparið grør, so vilja teir ikki undir nøkrum umstøðum av við okkum vegna prestisjutapið. Men hví føra teir so ein politikk sum reinir amatørar? Tí teir vita ikki, hvat teir skulu gera við hesa støðuna.
Hopparar og skropparar
Fleiri av okkara politikarum eru tað, vit kunnu kalla hopparar og skropparar, og hvat vil tað siga? Tað vil siga, at tað eru politikarar sum fram um alt vilja sleppa fram at Egyptalands kjøtgrýtum, og sum tí hoppa og skroppa fyri at troka seg fram at valdinum, at sleppa upp á tingsins røðarapall, og tað kunnu teir til dømis gera við at skifta flokk, við at skifta áskoðan og sannføring soleiðis sum rákið er. Og vit vita, at tað eru tað fleiri sum hava gjørt og sum fara at gera framyvir, og tað vil siga tað sama sum, at tað er lítið álit í teimum. Vit kunnu ikki hava nógva tiltrúgv til teirra.
Tað er heldur láturligt og eitt sindur syrgiligt at síggja hesar persónar føra seg álvarsliga fram í bløðum og loftmiðlum sum álvarafólk og politiskar persónligheitir, tí tú trýrt jú ikki upp á teirra útsagnir, hatta er bara nakað tey siga fyri at sleppa upp í part.
Um at skammast
Tosar tú við okkurt sambandsfólk um okkara veraldarskomm, hetta, at vera tvungin til at liva upp á nass, so svara tey, og har er einki undantak: Skammast? Hví skuldi eg skammast? Eg eri eitt stolt menniskja, eg tori at líta frítt inn í eyguni á hvørjum tað skal vera. Tað eru tit sokallaðu sjálvstýrisfólk sum skammast, sum ikki tora at liva av berari skomm.
At nakar fær seg til at vera stoltur av at liva sum ?nasserøv? er ikki til at fata, men vit eru nógv, sum ikki eru tað og sum ikki vilja vera tað, vit eru í tíggjutúsundatali sum ikki finna okkum í at liva undir hesum skammiligu viður-skiftum. Tað er skyldan hjá okkara politikarum at leggja so til rættis, at vit sjálvi gjalda og valda og ikki liggja sum skamleys ólukkudýr á knøum fyri danska pengapunginum, tað er tykkara skylda fram um alt annað at leggja so til rættis, at vit sleppa av við hesa tungu byrðu at liggja øðrum til byrðu. Vit kunnu ikki vera stolt, fyrrenn vit hava slept danska skjúrtufaldinum og farin at ganga sjálvi.
Vit vilja ikki undir nøkrum umstøðum halda fram við at ganga hesa lemjandi oyðimarkargongd, sum í longdini fer at drepa allar skapandi kreftir. Vit siga nei til at ganga hesa gongd, vit siga korta knúsandi nei til at vera útskotspakk.