Rob Watkins, sum er freelance-myndamaður úr Wales, ið nú býr í Álandi, er júst komin út við einari myndabók frá Oyggjaleikunum í summar. Frá 27. juni til 4. juli tók hann myndir av ítróttarfólkum og øðrum, sum høvdu við leikirnar at gera, umframt at hann eisini frammanundan hevði tikið myndir, sum blivu brúktar í marknaðarføringini av leikunum. Bókin, ið er sera væl frágingin, fæst bert til keyps á internetinum, á adressuni www.blurb.com/bookstore/detail/926022, og rindast kann við bæði amerikanskum og australskum dollara, bretskum pundi ella evru.