##med2##
Føroyar gjørdust nummar seks í liðkappingini í einkultstarti í súkkling.
Besti føroyski einstaklingurin var Torkil Veyhe, ið endaði á einum níggjunda plássi.
Tíðin hjá Torkili var 38:25.27. Vinnaratíðin hjá Kevin Chant frá Oynni Wight var 36:34.11.
Í liðkappingini høvdu Jákup Petur Martinsson Eliassen, Magni Jóhansson Hansen, Helgi Winther Olsen, Bergtór Tórsteinsson Thomsen og Torkil Veyhe tíðina 2:00:15.4.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Jákup Petur Eliasen seta orð á føroyska avrikið.
Jákup Petur heldur, at føroyska avrikið er góðkent.
Hann heldur tað vera framúr væl klárað av Torkili Veyhe aftaná ikki at hava kappast í trý ár at enda á einum níggjunda plássi.
Jákup Petur heldur, at talan var um ein góðan kappingartein, góðar umstøður at kappast og góða fyriskipan.