OYL: Miriam og Rúni vunnu blandaða tvimansleikin

Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava vunnið trý gullheiðursmerki í dag

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

Fimta føroyska gullheiðursmerkið í badminton var staðfest undan finaluni í blandaðum tvímansleiki.

 

Í reinu føroysku finaluni vunnu Miriam í Grótinum og Rúni Øster 2-0 á Sannu Thorkildshøj og Magnusi Dal-Christiansen. Sanna og Magnus bitu betri frá sær í fyrra settinum, men í seinna settinum var greiður munur.

 

Settmunurin var 21-17 og 21-11.

 

Sostatt er talan um hattrick hjá Miriam og Rúna, ið hava vunnið gull í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Harumframt kemur eitt silvurheiðursmerkið í liðkappingini.

 

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir