Oyl-uppskotið tikið aftur

Sjálvsstýrisflokkurin tók í gjár uppskotið um serstakan føroyskan oyggjaleikagrunn aftur. Eftir at fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevði vent tummilin niðureftir, helt Sjálvsstýrisflokurin, at tað vildi skapt meira skaða enn gagn, um uppskotið varð viðgjørt á tingið fyri síðani at fella. Og tí varð at enda valt at taka uppskotið heilt aftur í hesum umfarinum.