Píkatráður darvar sjórænarum

Danska reiðaríið Clipper Group hevur gjørt av at heingja píkatráð niður við síðunum á skipunum, sum sigla á leiðunum, har somaliskir sjórænarar plaga at gera um seg. Reiðaríið gjørdi í síðstu viku eina roynd við píkatráðnum, og sambært Politiken eydnaðist hon so væl, at felagið nú fer at brúka píkatráðin umborð á øllum skipunum, sum sigla við Adenvíkina.

Sambært Politiken darvar píkatráðurin sjórænarunum so mikið, at altjóða herflotadeildin, sum er í umráðnum, fær stundir til at senda eina tyrlu at hjálpa skipinum.

Sum skilst hevur A.P. Møller - Mærsk eisini roynt píkatráðin umborð á nøkrum skipum.