Í gjárkvøldið endaði norðurlendska svimjikappingin fyri juniorar, NJM, og preseniorar, NM, sum síðani fríggjamorgunin hevði verið í Svimjihøllini í Gundadali. Teir umleið hálvtannaðhundrað útlendsku svimjararnir við fylgdarfólkum fóru av landinum aftur tíðliga í morgun.
Nakrir av føroysku svimjarunum fóru eisini av landinum fyrrapartin í dag. Talan er um teir føroyingarnar, sum seinni í vikuni skulu luttaka í EM kappingini á stuttgeil. Tann kappingin verður frá fyrrapartinum hósdagin og fram til og við sunnudegnum. Í dag fóru føroysku svimjararnir niður til Billund og haðani til Herning. Teir búgva á gistingarhúsi tætt við Boxen, har kappingin verður, og føroysku svimjararnir fara longu seinnapartin í dag at venja í kappingarhylinum. Har hava teir møguleika at venja fram til hósdagin.
Møguleiki verður at síggja EM kappingina á donsku TV2 rásini. Danir gera nógv burturúr fyrireikingunum til EM kappingina. Teir siga, at henda svimjikappingin verður tann størsta, sum nakrantíð hevur verið í Danmark.
Karmarnir vóru góðir
Annars lótu gestirnir, sum í vikuskiftinum vóru í Svimjihøllini í Gundadali, sera væl at fyrireikingunum. Tað fegnast formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, um. Hann er tó ikki ovfarin av føgru orðunum, tí hann hevur verið so ofta og so nógva staðni til slíkar kappingar, so hann veit, hvat plagar at verða gjørt burturúr, og hvat ikki plagar at verða gjørt burturúr.
-Tá ið tað verður sagt, at vit gera nógv burturúr fyrireikingunum og karmunum, so verður tað sammett við, hvat plagar at verða gjørt burturúr kappingum av hesum slagnum. Vit høvdu ljóð og ljós sjov, teppi frammanfyri væl pyntaða pallin og so víðari. Sovorðið er vanligt í sambandi við stórar kappingar – tað vil siga EM og HM og sjálvandi OL – men tað kemur sjáldan fyri í sambandi við kappingar av tí slagnum, sum vit nú skipaðu fyri. Luttakararnir og áskoðararnir leggja tað til merkis, og teimum dámar tað væl, at nógv verður gjørt burturúr.
Jon Hestoy hevur nógvar royndir í at luttaka í og at fyrireika altjóða kappingar. Hetta var síðsta ferðin, at hann sum formaður í Svimjisambandinum var vertur fyri altjóða kapping í Føroyum. Tað verður aðalfundur í september, og tá fer hann at takka fyri seg sum formaður. Tað boðaði hann frá á aðalfundinum, sum varð hildin fyrr í heyst.
-Vit høvdu ikki havt møguleika fyri hesum, um tað ikki eru so nógvir stuðlar og hjálparfólk, sum hóskvøldið brúktu fleiri tímar at seta upp og í gjárkvøldið aftur tóku tøk, tá ið tað varð riggað av.
Pál er vónin
Tá ið vit spyrja Jon Hestoy um, hvørjum úrslitum tað kann roknast við, at føroysku luttakararnir í EM í Herning fara at røkka, so er hann rættuliga jarðbundin:
-Pál Joensen telist millum bestu svimjararnar av øllum á 1500 metra teininum. Hann er komin beinleiðis í finaluna. Har verður kappingin tøtt, men tað er møguleiki fyri, at hann skal megna at røkka á heiðursmerkjapallin. At tað er møguleiki fyri tí er bara undirstriking av, hvussu framúr Pál er.
Pál Joensen hevur fimti bestu tilmeldingartíðina á 1500 metrum. Bestu tíðina eigur italiumaðurin Gregoriu Paltrinieri. Tíðin hjá honum er 14:27.56. Næstbestu tíðina eigur Mads Glæsner úr Danmark. Tíðin hjá honum er 14:30.01. Triði bestu tíðina eigur ukreinski Sergiy Frolov. Tíðin hjá honum er 14:30.87 og frammanfyri Pál Joensen er eisini ungverski Gergo Kis, sum er tilmeldaður í tíðini 14:34.69. Tilmeldingartíðin hjá Páli Joensen er 14:36.93. Tíðin hjá Mateusz Sawrymowicz úr Póllandi er 14.38.29.
Tað eru meiri enn tíggju sekund millum bestu og sættu bestu tíðina. Men teinurin er 1500 metrar, og tí verður tað dagsformurin hjá hesum seks, sum verður avgerandi fyri, hvussu teir fara at standa seg.
Var tað einki í NJM og NM kappingini, sum bendi á, at møguleikar eru fyri, at onkur annar føroyskur svimjari fer at gera seg galdandi?
-Tað er so lætt at sammeta tíðirnar, og hesa ferð vóru tær ikki so góðar hjá føroysku svimjarunum skilt á tann hátt, at einki føroyskt met varð sett í hesi kappingini. Sjálvandi telur dagsformurin eisini á styttru teinunum. Men tað skal valdast. Tíðirnar benda á, at tað er lítil og eingin møguleiki fyri, at føroysku svimjararnir fara at megna at kvalifisera seg í hálvfinalurnar. Avbjóðingin er heldur at kappast fyri at sleppa nøkur pláss burturúr botninum.
Karmarnir ikki alt at siga
Eisini seinni í vikuni, tá ið EM kappingin í Herning verður á skránni, fer nógv at verða tosað um, hvør orsøkin er til, at tað eru nøkur, sum standa seg framúr væl, meðan onnur ikki røkka tí, sum tey høvdu ætlað.
Jon Hestoy hevur verið ígjøgnum alla mylluna. Fyri umleið tredivu árum síðani var hann á danska landsliðnum, og hann gjørdi seg eisini galdandi, tá ið hann vandi í USA. Royndirnar hjá honum siga, at nógvir lutir skulu spæla saman, um tað skal eydnast at vera í kapping um fremstu plássini í stórum altjóða kappingum.
-Ofta verður tosað um, hvussu týdningarmikið tað er, at karmarnir og kringumstøðurnar eru í lagi. Tað hevur sjálvandi týdning. Tó haldi eg, at júst Pál Joensen og hansara avrik eru gott dømi um, at viljin og íløgan eiga sín stóra lut í tí. Evnini eru týdningarmikil, men skal nakað spyrjast burturúr, so skal vilji til at brúka nógvar tímar í hylinum hvørja viku og hvønn dag. Tað hevur Pál gjørt í stuttum hyli og meiri og minni einsamallur saman við Jón Bjarnason, tað hevur hann fingið løn fyri, og eg vóni, at hann fer at standa seg uppaftur betri.
Hvussu við føroysku svimjiframtíðini?
-Serliga á kvinnusíðuni hevur tað verið soltið seinastu tíðina. Poula Ø. Mohr er givin. Nú er Birita Debes okkara fremsti kvinnuligi svimjari. Hon stóð seg væl í kappingini hetta vikuskiftið. Fyrr í ár hevur hon sett fleiri met í ryggsvimjing. Um hon eisini í Herning megnar at svimja skjótari, enn hon áður hevur gjørt, so verður tað gott avrik. Hon hevur fingið gott í beinini hjá Rúna Gaardbo, venjara hjá FLOT, og hjá Peturi Heðin á Fløtti, sum venur Ægir. Men hon er ikki í nánd av teimum bestu í Europa. Nú tykjast nakrar ungar gentur at bjóða seg fram, eitt nú Lív E. Eidesgaard. Tað búgva møguleikar í teimum. Hvussu langt tær fara at røkka valdast fyrst og fremst, hvussu nógv tær ætla at leggja fyri, sigur Jon Hestoy.
Og hvussu við mannfólkunum?
-Tað gekk ikki so væl hjá teimum í vikuskiftinum, sum teir sjálvir høvdu vónað. Óli Mortensen vann bronsu á langa teininum. Hann var sjálvur vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist honum at vinna silvur, og tíðirnar hjá Alva Hjelm og Eyðbjørn Joensen, sum eisini eru farnir til Danmarkar í dag, vóru ikki so góðar, sum teir høvdu vónað.
Hví?
-Ein góður spurningur. Tað hevur ikki gingið væl hjá hesum ungu monnunum í stórum kappingum at víst tað, sum teir annars hava víst. Hesa ferð kunnu vit vóna, at orsøkin er, at kappingin í Herning næsta vikuskifti órógvaði. Nú hava teir møguleika bara at hava fokus á tí kappingini. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at spæla av. Tíverri vísir tað seg í løtuni, at tað knípir við ungum svimjarum millum mannfólkini. Tað eru kreppuágangirnir frá níti árunum, sum svíkja, sigur Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya.
Hósdagin fer hann til Herning at fylgja Pál Joensen og øllum hinum føroysku luttakarunum í EM kappingini á stuttgeil. Ferðaleiðari er Rókur í Jákupsstovu, liðleiðari er Turið Kjærbo, og venjarar eru Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason.
Føroysku luttakararnir í EM á stuttgeil í Herning frá hósdegnum 12. og fram til sunnudagin 15. desember eru Pál Joensen, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Astrið Foldarskarð, Guðrun Mortensen og Birita Debes.