Pól er framvegis ivasamur

NSÍ er bara eitt stig frá fyrstu Euopa Cup luttøkuni, og hóast teir eru skerdir í álopspartinum, so fara teir ikki til Havnar at grava seg niður

Fyri fyrstu ferð í trettan ára longu søguni hjá løgmanssteypinum er NSÍ annar parturin í endadystinum. Tí er tað einki at siga til, at spenningurin millum NSÍ viðhaldsfólkini er sera stórur. Tey fara til Havnar ólavsøkuaftan at fylgja 10?mannafarinum Eysturoyingi, og so fara tey suður aftur ólavsøkudag at síggja finaluna millum HB og NSÍ.
NSÍ er tað einasta av stóru feløgunum, sum ongantíð hevur roynt seg í Europa Cup. Ólavsøkudag kunnu teir tryggja sær atgongumerkini til UEFA Cup fótbólt komandi kappingarár. Tí er einki at siga til, at tað ? umframt kappróðrartos ? eisini verður tosað nógv um fótbólt í Runavík.

Pól framvegis skaddur
Í gjáramorgunin kom NSÍ aftur av venjingarlegu í Íslandi. Í fyrranáttina svóvu teir í einum skúla á Egilsstøðum. Har vandu teir í oysandi regni fyrrapartin hósdagin, og so gekk leiðin til Seyðisfjarðar, og eftir eitt sindur av rulli vóru teir á Havnini tíðliga gjáramorgunin.
Eftir venjingardystin ímóti Þór á Akureyri nevndu vit, at tríggir av lyklaspælarunum vóru vøddaskaddir. Nú sigur venjarin, Jógvan Martin Olsen, at tað hevur tikið seg so mikið væl upp hjá Helga L. Petersen, at hann heilt víst fer at vera við í finaluni. Nógv bendir eisini á, at Ulrik Balling verður við. Hjá Pól Thorsteinsson er tað meiri ivasamt:
? Hann hevur fingið viðgerð alla tíðina, men enn er ikki greitt, um hann verður klárur, sigur Jógvan Martin Olsen, sum millum teir, ið ikki hava verið á liðnum síðstu tíðina, hevur Djóna N. Joensen, ið er komin fyri seg eftir skaða.
Vit hava fleiri ferðir nevnt, at NSÍ hevur tvey leikbann í álopspartinum. Men venjarin hevur sagt, at teir fara ikki til Havnar at grava seg niður. NSÍ fer at leypa á, og fyritreytirnar eru ikki versnaðar eftir at Ulrik Balling er komin úr Vejle og til NSÍ.
Klokkan ellivu í dag venur NSÍ á Svangaskarði. So halda teir frí inntil í annaðkvøld. Tá hittast teir í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Runavík, og har fara teir at halda til, inntil leiðin ólavsøkudag fer at ganga í Gundadal.
NSÍ hevur tríggjar ferðir áður verið annar parturin í steypafinaluni. Men tað var áðrenn løgmanssteypið var uppfunnið. NSÍ var í finaluni um ísafjarðarsúluna í 1985, tá teir taptu 4?2 ímóti GÍ. Teir vóru í finaluni aftur í 1986, og tá vunnu teir fyri higartil einastu ferð. Mótstøðuliðið var LÍF, og NSÍ vann 2?1. Seinasta ferðin, sum NSÍ hevur verið í finaluni, var í 1988. Tá vóru finaluliðini tey somu, sum skulu spæla ólavsøkudag. HB vann 1?0, og Jóannes Jakobsen skoraði málið uppá brotsspark.
Á NSÍ liðnum hesa ferð er ein spælari, sum var við í áttati árunum. Tað er Jens Martin Knudsen, sum eisini hevur spælt finalu við GÍ og við Leiftri á Ólafsfirði. Pól Thorsteinsson hevur spælt finalur við VB og B36, og Helgi L. Petersen var á GÍ liðnum, sum í fyrraárið vann 1?0 á HB.
Hinir spælararnir eru allir óroyndir í finaluhøpi. Undan finaluni mánadagin er tað uppgávan hjá Jógvan Martini Olsen at fáa spælararnar at hvíla og at hava sjálvsálit, soleiðis at teir verða førir fyri at geva alt, tá teir ólavsøkudag fara at standa andlit til andlit við HB spælararnar, sum í steypahøpi hava væl fleiri royndir.