Pál gjørdi hol í sjógvin

Pál Joensen hevur gott útgangsstøði til finalurnar í 400 m frí seinnapartin. Vágbingurin svam skjótastu tíðir í innleiðandi kappingum fyrrapartin. Tíðin hjá Pál Joensen var 3:54:46 og tað er nýtt, føroyskt met. Gamla metið, ið Pál átti sjálvur, var 3:54:50. Hann var skjótastur av øllum svimjarum í innleiðandi kappingunum fyrrapartin, nærum eitt sekund skjótari enn nærmasti kappingarneyti, og tykist vera væl fyri til finalurnar seinnapartin.

- Tað gekk væl, og sjálvur var eg ongantíð í iva um, at eg fór at røkka finalunum. Har skal eg barbera nøkur sekund av tíðini hjá mær í morgun, segði Pál Joensen við Rás2 á middegi.

Fyrstu finalurnar í evropameistarakappingini fyri juniorar eru á skránni klokkan 1600 seinnapartin, føroyska tíð. Pál Joensen svimur finalu í 400 m frí klokkan 1647, føroyska tíð.

Rás2 sendir beinleiðis úr Tasmajdan stadion í Beograd seinnapartin, og vit byrja at senda klokkan 1630.