- Fólk skulu varpa ljós á granskingarúrslitini, og ikki granskararnar. Tað er greiða niðurstøðan hjá Martini Zachariasen, sum er formaður í Granskingarnevndini.
Pál Weihe greiddi í útgávuni av V, sum kom á gøturnar í gjár, at hann hevur fingið fleiri boð sendandi á fartelefonina, har fólk millum annað skrivað, at hann vónandi ongantíð sleppur úr býlinum hjá fjandanum. Orsøkin er, at hann er komin við niðurstøðuni, at tað er vandamikið at eta grind.
Tað kemur ikki beinleiðis óvart á Martin Zachariasen, tí hann veit um slíkar søgur. Hann sigur við Rás2, at fólk hava ofta vantandi virðing fyri granskingarúrslitum.
- Uppgávan hjá granskarum er at svara ósvaraðum spurningum. At fáa vitan og upplýsingar um ymisk evni. Vit granska ikki fyri at traðka fólk á tærnar. Tað er alneyðugt at vita, at tað er vandamikið at eta grind. Pál Weihe skuldi heldur verið róstu fyri sítt arbeiði. Hann er ikki trupulleikin í hesum málinum, og tað mugu fólk ikki misskilja, sigur Martin Zachariasen við Rás2 í dag.