Páll bjóðar SvF av

Sjónvarp Føroya hevur fingið eina bílegging frá Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni, um eina hólmgongu millum seg og tíðindastovnin, sum hevur kært hann

Páll á Reynatúgvu vil gjarna sleppa framat senditíðini hjá sjónvarpinum.
Síðan Sjónvarp Føroya kærdi Páll á Reynatúgvu fyri at hava hótt tíðindafólk, hevur hann verið pírin við viðmerkingum til fjølmiðlarnar. Og tí er málið mest lýst frá sjónvarpsins síðu.
Í teldupost-samskifti við SvF, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, sæst, at Páll á Reynatúgvu helst vil gera sínar viðmerkingar í SvF. Og helst í einari beinleiðis hólmgongu við tíðindastovnin.
Hann skrivar soleiðis í teldubrævi til sjónvarpsstjóran, tann 4. apríl:
»Tíðindaverðin sóknast eftir einari viðmerking frá undirritaða viðvíkjandi støðuni okkara millum, sprottin seinastu vikurnar. Tað hevði verið ynskiligt at gjørt viðmerking til málið, men best av øllum var, um eg fekk høvi at viðmerkt støðu mína á røttum palli. Á heimavøllinum hjá tykkum, beinleiðis í SvF.
Haldi eisini, at tað hevði verið ein meira virðilig viðgerð fyri allar partar. Tit ímóti mær. Og latið so fólkið gera av, hvør stendur seg best í trúvirði. Mær hevur ongantíð dámt skuggaboksing, ella tað at lata onnur føra mína sak á øðrum pallum. Skal tú í »infight«, so krevur tað dirvi í fullum dagslýsi. Eg eri tilreiðar. Eru tit?«.