Kommunalpolitikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mánadagin verður kommunustýrisfundur á Sandi. Har varð væntað, at Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, fór at leggja frá sær, men soleiðis verður ikki.
– Eg havi boðað frá, at eg fari at leggja frá mær, men kanningararbeiði viðvíkjandi ákærunum og ivamálunum eru ikki liðug enn, og tí fari eg ikki at leggja frá mær mánadagin, sigur borgarstjórin.
Víðari greiðir Páll á Reynatúgvu frá, at hann hongir seg í ávísa orðing í brævinum »Eg leggi kongin«, sum gjørdist alment 7. septembur.
– Eg skrivaði, at eg fari at leggja frá mær á einum komandi kommunustýrisfundi, men fyrr enn kanningarnar eru lidnar, fari eg ikki at leggja frá mær, staðfestir Páll á Reynatúgvu.
Brævið varð av teimum flestur skilt, sum at borgarstjórin fór at leggja frá sær á fyrst komandi kommunustýrisfundi, men í brævinum stóð orðarætt: »Avgerðin verður framd í verki á einum komandi kommunustýrisfundi«.
Brandur undrast
Brandur Sandoy, kommunustýrislimur, sum varð valdur á listanum hjá Páll á Reynatúgvu, men var við til at skriva brævið, har borgarstjórin varð biðin at leggja frá sær, og sum setti alt málið á Sandi í gongd, heldur tað vera stak óheppið, at borgarstjórin ikki leggur frá sær.
– Tað er óheppið fyri trivnaðin í bygdini, at borgarstjórin fyrst sigur, at hann leggur frá sær, og so broytir meining. Men eg væntaði ongantíð, at hann fór at leggja frá sær, og eg ivist enn, um hann fer at gera tað, sigur Brandur Sandoy.
Kann merkja fundin
Spurdir um støðan í kommunustýrinum ikki kemur at merkja fundin, hóast tað bert eru mál frá nevndunum, sum verða viðgjørd, so eru Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu rættiliga samdir.
– Eg fari ikki at gera meira burturúr, enn eg longu havi gjørt, men víðari veit eg ikki heilt, hvussu eg skal siga. Tað verður upp til kommunustýrislimirnar, sigur borgarstjórin.
Brandur Sandoy er rættiliga samdur við borgarstjóranum.
– Vit viðgera málini sum koma, og tað er borgarstjórin, ið ger fundarskránna. Hinvegin veit eg ikki reiðiliga, hvat meira eg skal siga. Men borgarstjórin burdi greitt okkum frá støðuni, heldur kommunustýrislimurin.