Fyri tveimum árum síðan avtalaðu Páll og Kristina á Reynatúgvu øðrumegin og Anfinn Rubek Nielsen hinumegin eina stóra verkætlan.
Í Traðardali skuldi gerast golfvøllur, frítíðarhús, matstova og mangt annað.
Ætlanin varð av ongum, men avtalan millum partarnar stendur við.
Tað var niðurstøðan hjá Føroya rætti í dóminum, sum varð sagdur týsdagin.
Í fyrstani varð arbeitt miðvíst við at seta ætlanina í verk. Alt tað formliga viðvíkjandi jørðini varð avgreitt. Páll og Kristina á Reynatugvu skuldu lata jørð til ætlanina, og hin skuldi gjalda. Tað kom so langt, at Páll á Reynatúgvu tók seyðin á jørðini av.
Tað gekk væl til eitt vist, men tá ið tað kom til at skriva endaliga handilin undir, vildi Anfinn Rubek Nielsen ikki spæla við longur. Tað kom av, at heimsbúskapurin var farin at rilla og av tí stóru upphæddini, sum Páll og Kristina á Reynatúgvu upprunaliga ætlaðu sær fyri jørðina, segði Anfinn Rubek Nielsen í rættinum.
Hann umrøddi verkætlanina sum luftkastellir.
Dómurin var greiður. Avtalan stendur við, og Anfinn Rubek Nielsen varð dømdur at gjalda hinum partinum 2,75 mió. krónur umframt rentur. Hann skal eisini gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Páll á Reynatúgvu sigur i viðmerking, at sjálvandi fer peningurin at koma væl við, tí tey settu sítt egna í veð, tá ið tey keyptu jørðini. Men fyri tey telur tað enn meira at fáa staðfest, at tey ikki hava verið óheiðurlig og ikki hava roynt at svika nakran.