Á fløguni eru 12 løg, sum Páll Sólstein hevur gjørt til yrkingar eftir Christian Matras, Jens Paula Heinesen, Steintór Rasmussen, T.N. Djurhuus, Hans A. Djurhuus og William Heinesen.
Luttakara á fløguni eru: Sang: Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen, og tónleikararnir eru úr Aldubáruni.
Fiól: Angelika Nielsen. Floyta: Andrea Heindriksdóttir. Fagott: Jógvan Zachariassen. Flygil: Stamen Stanchev. Flygilhorn/trompet. Ólavur Olsen. Flygil/Horn: Páll Sólstein. Trombone: Andras Olsen. Akk.guitar. Ólavur Jakobsen. El.guitar. Mikkjal Hvannastein. Ljómborð: Finnur Hansen. Akk. bass. Arnold Ludvig. Slagverk: Rógvi á Rógvi. Cello: Tóri Restorff Jacobsen,
Mastrað: Lennert Kjeldsen, Upptøkur: Finnur Hansen og Magni Huusgaard. Ljóðblandað: Finnur Hansen. Fløguhúsan gjørdi Edward Fuglø og tað er Tutl ið stendur fyri útgávuni. Sangirnir eru fyrr framførdir á konsertferð hjá Aldubáruni í Føroyum, Danmark og Norra.
Konsertin byrjar kl. 18.00 og varir í ein tíma. Ókeypis atgongd.