Pólska fótbóltssambandið súltaði loyvið hjá Michał Przybylski

(FM1) Í gleðini um góða 0-0 javnleikin ímóti Titograd er Jákup á Borg harmur um Michał Przybylski

Jákup á Borg hevði ætlað at brúka Michał Przybylski sum ein trumf at hava á hondini í samband við útskiftingar í dystunum ímóti OFK Titograd í Europa League undankappingini, men tað harmar hann, at pólska fótbóltssambandið hevur súltað leikaraloyvið hjá Michał Przybylski, og tað var ikki klárt fyrrenn fyrrapartin í dag, og tað merkir, at Michał Przybylski kann ikki tørna til fyri B36 ímóti OFK Titograd. 

 

Søgan um leikaraloyvið hjá Michał Przybylski er skárin í gleðini Jákup á Borg hevur yvir, at hansara menn megnaðu javnleik 0-0 ímóti OFK Titograd á ovara vølli í Gundadali fyrr í kvøld.

 

Jákup á Borg heldur avgjørt, at B36 kann fáa mál niðri í Titograd, og hann heldur, at B36 hevur verjuna sum skal til fyri at halda OFK Titograd frá at skora tvey mál.

 

Hesaferð fer B36 avstað longu leygardagin fyri, at liðið kann venja seg við hitan í Montenegro áðrenn returdystin, ið verður spældur um eina viku.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná dystin hjá B36 ímóti OFK Titograd.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen hjá B36 hoyrist HER

 

Frásøgnin av dystarendanum, og samanumtøkan hjá Tróndi Arge og Oddbirni Joensen av góða avrikinum hjá B36 hoyrast HER