Upptøkur frá donskum svínastalli eru beinleiðis vamlisligar, ljóðar tað frá danska Fólkatinginum. Landsstýrismaðurin skal nú standa til svars.
Tær ráu upptøkurnar frá fleiri donskum svínastallum, sum vísa tey ræðuligu korini, sum danskir grísar liva undir, hava nú fingið øði í Fólkatingið.
-Eg sá upptøkurnar, beint áðrenn eg skuldi til døgurða, og tað skuldi eg als ikki havt gjørt. Tað er beinleiðis vamlisligt at hyggja eftir, sigur Christian H. Hansen, fólkatingslimur, við ekstrabladet.dk.
Klippa halan av grísunum
Upptøkurnar eru gjørdar av tí bretska djóraverndarfelagnum, Compassion in world farmin, í 14 donskum svínastallum.
Umframt, at grísarnir liva í smáum básum og sjónliga vísa stóra strongd, so vísa upptøkurnar eisini, at halarnir verða kliptir av grísunum, hóast hetta er ólógligt í Danmark.
Halarnir verða kliptir av, tí djórini verða so mikið strongd av at liva undir slíkum umstøðum, at tey bíta hvønn annan í halan.
Og ístaðin fyri at geva djórunum betri livi kor, verður halarnir ístaðin kliptir av frammanundan.
Løgmálaráðharrin skal standa til svars
-Hetta er ein stórur trupulleiki. Vit liva í 2010, men okkara grísar liva enn í 1700-talinum. Tað er ikki ein virðiligur háttur, at fara við djórunum, sigur Christian H. Hansen.
Hann ætlar nú at biðja Brian Mikkelsen, løgmálaráðharra, um at greiða frá, hví halaklipping fer fram hóast forboð.
Kelda: ekstrabladet.dk