Pínan hvørvur, tá eg máli

Sjúkan er vorðin sterkasta drívmegin hjá Anne Marie Gøricke, sum hevur fingið staðfest krabbamein. Tá hon málar, hendir tað onkuntíð, at hon gloymir at taka pínustillandi heilivág

Fríggjadagin 21. mars letur upp framsýning við myndum hjá arkitektinum, Palla Gregoriussen og konuni Anne Marie Gøricke.

Palle Gregoriussen, sýnur fram akvarellir av ymiskum umhvørvum í Havnini, og Anne Marie Gøricke, sýnir fram málningar, sum hon hevur málað seinastu tvey árini.
Palle Gregoriussen er ein royndur teknari og hevur ofta haft framsýningar. Í so máta er hetta naka nýtt fyri Anne Marie. Hon hevur teknað nógv fyrr og tók málningalistina uppaftur, tá hon fekk staðfest krabbamein. Nú er sjúkan vorðin sterkasta drívmegin.

- Eg havi ongantíð málað so nógv, sum eg geri nú. Eg byrjaði tá pápi mín doyði - tað varð, sum um eg fekk ein tørv á at mála. Tá eg so fekk staðfest krabbamein, gjørdist hendan drívmegin enn sterkari, sigur Anne Marie Gøricke. Hon veit, at hon verður ongantíð grødd, og hon fær kemoviðgerð fyri at halda sjúkuni niðri.

- Hetta ger meg sera kedda, men at mála heldur meg uppi. Tá eg máli, gloymi eg tíð og stað. Tankarnir sveima, og eg gloymi, at eg eri sjúk, sigur Anne Marie. Tað hendir, at hon gloymir at taka pínustillandi heilivág, tí pínan hvørvur, tá hon málar. Hon er í gongd stóran part av damdøgninum - ofta um náttina.

- Eg kann gott mála inntil klokkan fimm um morgunin - tað er deiligur friður um náttina, sigur Anne Marie Gøricke.

Málar kvinnur og reyðar litir
Tað eru serliga kvinnur - onkuntíð børn á myndunum, men ongantíð menn.
- Eg máli næstan bara kvinnur. Kvinnur við og uttan bróst. Eg haldi, tað er tí, at eg eri sjúk og komi nógv saman við kvinnum - til dømis í sambandi við fimleik, sum krabbameinsfelagið skipar fyri. Á ein ella annan hátt umboða tær kvinnur, sum eg hitti, og sum eru í mínum lívið, sigur
Anne Marie Gøricke.

Fyrstu ferð hon fekk staðfest krabbamein, varð ein partur av bróstinum tikin burtir. Síðan varð alt brostið tikið, tí ein knútur varð funnin aftrat. Fyri fýra árum síðani varð so staðfest, at krabbin aftur hevði breitt seg í kroppinum. Við fyribyrgjandi viðgerð, tykist tað at bera til at halda sjúkuni niðri, og eingin broyting hevur verið leingi.

Hóast hon er ill og kedd um at vera sjúk, og sigur seg mála tað, sum bylgist innan í, eru myndirnar ikki daprar á at líta. Litirnir eru heitir og myndirnar bera dám av gleði.
- Mær dámar væl reytt - tann reyði liturin er heitur og breiðir seg í mær, tá eg máli, og eg gerist glað, greiðir Anne Marie frá.

Umframt at mála, gongur hon til fimleik, sum krabbameinsfelagið, skipar fyri. Hetta, saman við listamálingini, hevur hildið henni uppi, síðan hon gjørdist sjúk. Nú er so møguligt at síggja úrslitið í Galerie Focus. Myndatilfarið er alt vorðið til seinastu tvey árini.

Framsýningin við myndum hjá Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke verður í Galerie Focus frá 21. mars til 3. apríl 2014

Fernisering er fríggjadagin 21. mars kl 16-18
Opið er týsdag til fríggjadag kl 15-18 og leygardag kl 16-18
Lambagerði 1, 100 Tórshavn

www.galeriefocus.com