P. O. D. hevur ikki avlýst Fjarðafestivalin

Amerikanski rockbólkurin P.O.D. sigur seg hava útsett konsertferð í Europa, men Fjarðafestivalurin sigur seg ikki hava fingið nakað avboð frá bólkinum. Heimskendi rockbólkurin P.O.D. er høvuðsnavn á Fjarðafestivalinum í ár, men bólkurin hevur nú sent eina fráboðan út umvegis sín Facebook-profil. Har verður sagt, at ósemja er við fyriskipara, sum skuldi standa fyri konsertferðini í Europa í mai og juni, og tí hevur bólkurin avlýst hesa konsertferð. Nú verður arbeitt við at gera nýggjar avtalur, so at bólkurin kann koma til Europa í heyst.

 

Fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum siga seg einki kenna til hesa avlýsing.

 

- Fjarðafestivalurin hevur gjørt sáttmála við P.O.D., og vit hava einki frætt um, at teir ikki ætla at halda avtaluna, og tí ganga vit út frá, at teir koma á festivalin, siga fyrireikararnir.

 

Fjarðafestivalurin verður hildin í døgunum frá 1. til 5. juni.