Pápabarsil: Ein aha uppliving

Tað heldur útvarpsmaðurin Rúni Jákupsson, sum hevur verið heima í barsil við syni sínum Jónatan nakað av tíðini, sum avsett er til býtis við mammuna

–Eg haldi, at vit skulu arbeiða fram ímóti, at tað ikki er ein søga, at ein pápi velur at taka barsil við barninum hjá sær. Tað skal verða púra natúrligt. Enn eru vit ikki har, sigur 46 ára gamli útvarpsmaðurin Rúni Jákupsson, sum hevur verið heima í barsil við syni sínum Jónatan nakað av tíðini, sum avsett er til býtis við mammuna.

Spurdur um, hvussu hesar vikurnar hava verið saman við lítla syni sínum, greiðir hann frá, at tíðin saman hevur styrkt sambandið teirra millum, men at tað tó eisini hevur verið strævnari enn væntað.

– Eg hevði funnið mær nakrar Netflix røðir, sum eg ætlaði mær at síggja og nakrar bøkur, sum eg ætlaði mær at lesa hesa tíðina, men tað hevur tað ikki verið stundir til, sigur hann skemtandi.

– Barsilstíðin hevur gingið gott, men tað krevur ein størri innsats, enn eg kanska hevði hildið. Eg skilji betur, at mamman hevur verið troytt hesar vikurnar, hon hevur verið heima hjá Jónatan, greiðir hann frá.

Dagarnir heima saman við smáum børnum kunnu gerast einstáttaðir, og hóast børnini eru smá, krevja tey sítt.

Hvønndagssøgnin er hin drúgva, men tá samanum kemur eru fyrstu liviárini hjá børnunum umráðandi, tí tað er tá, barnið knýtir seg til umsorganarpersónarnar, og tað tilknýti spælir ein stóran leiklut í menningini hjá barninum. Rúni Jákupsson fegnast eisini um, at tilknýti til sonin er styrkt hesa tíðina.

Les longri samrøðu við Rúna Jákupsson í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring landið ella talgildur her