Pápin skjeyt trý børn

Ein 44 ára gamal maður í Birkerød í Danmark hevur skotið børnini, sum vóru 2, 8 og 10 ára gomul. Aftaná royndi maðurin at beina fyri sær, men tað eydnaðist ikki, og hann er nú á sjúkrahúsi.

Maðurin og mamma børnini eru skild, og tað var mamman, sum vendi sær til løgregluna, tí hon var bangin um børnini. Løgreglan sigur, at mamman fekk eini sms-boð frá manninum tíðliga í morgun, har hann segði, at hann fór at taka børnini við sær á eina ferð.

-Vit kanna málið sum drápsmál, sigur løgreglan í Norðursælandi við DR.