“Pør” virða demokratiið

Vælumtókti sjónleikurin hjá klaksvíkingum verður spældur í Spaniastovu í annaðkvøld og sunnukvøldið, men ikki leygarkvøldið.

Í ein mánað hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælt leikin “Pør” fyri fullsettum hølum í Spaniastovu í Klaksvík, sum til endamálið er innrættað sum ein hugnalig, ensk pub.

Nú er felagið farið undir seinastu sýningarnar, og tvær verða um vikuskiftið. Spælt verður í annaðkvøldið klokkan 20 og sunnukvøldið klokkan 19.

Leygarkvøldið er valkvøld, so við fullari virðing fyri demokratiinum verður eingin sýning tað kvøldið, og tí er Spaniastova stongd!

Tey, ið hava hug at uppliva leikin, ið hevur fingið serstakliga góð ummæli, mugu gera skjótt av, tí talan er um seinastu sýningar, so nógvar verða ikki aftrat.