Johan Dahl, løgtingslimur, var millum ferðafólkini, sum í gjárkvøldið komu heim til Føroya við flogfarinum hjá Atlantsflog og hjólini punkteraðu, tá flogfarið skuldi seta seg. Hann sigur, at talan var um eina ódramatiska hending.
– Flogfarið kom niðurat harðliga og gjørdi síðani eitt lítið hopp. So gekk ein lítil løta áðrenn við hoyrdu ein brest, og so beint eftir ein aftrat, greiðir Johan Dahl frá, um tá hjólini punkteraðu.
– Síðani bremsaði flogfarið og royndi at steðga. Roynt varð at koyra inn upp á pláss, men hetta riggaði ikki heilt, so vit vórðu koyrd inn í bilum og bussum, fortelur Johan Dahl í morgun.
Aftaná vórðu ferðafólkini øll kunnaði um hvat var hent.
– Tað fungeraði væl, metir Johan Dahl, sum at enda staðfestir, at talan var um eina púra ódramatiska hending.