HB og B36 bresta saman í góðveðrinum í Gundadali í kvøld. Higartil hevur B36 bara spælt á heimavølli, og nú fyrsti útidysturin er á skránni, er hann í Gundadali ímóti grannunum fyri norðan.
Bæði í HB og B36 vilja teir fegnir vinna størri úrtøku hesa ferð, enn teir megnaðu sunnudagin. Tá var HB partur av málleysum javnleiki á Toftum, meðan B36 spældi 1-1 ímóti EB/Streymi.
Í oddaliðnum HB eru somu spælarar tøkir hesa ferð, sum tað vóru á Toftum. Tað vil siga, at málverjin Marcin Dawid framvegis er skaddur. Á Toftum vísti Tróndur Vatnhamar, at hann er væl fyri at verja HB málið ímóti sínum gamla felag.
Í B36, sum við sigri kann lyfta seg upp um grannarnar, eru allir tøkir uttan Ingi Højsted, sum framvegis er skaddur.