Tað undraði meg ikki at Kristina Háfoss, hevði viðmerkingar til grein mína um "heimastýrislógina og yvirtøkuleistin", - hóast hon onki nýtt hevði at bera framm ,enn somu plátu, sum vit hava hoyrt nú í alt ov langa tí og flestu okkara troyttast av.
Viljin til loysnir - hvar er hann?
Síðani tit komu framat í 1998 hava tit verði á kollisiónskursi við danir og hava dyrka ósemjur, og tá tær so hava verið loystar , ja so skapað tit nýggjar, bæði innanlands og uttanlands, tað hevur alt Føroya folk upplivað fer eftir fer.
Viljin at skapað loysnir og eitt framtíðar fyrimyndarligt samfelag er ringur at fáa eyga á.
Tá Kristina sigur at yvirtøkulógin fer at gera tað greitt hvørja løgfrøðisliga heimild ið landsstýrið hevur fyri at yvirtakað málsøkið, so er hetta bert enn ein reingjan av veruleikanum, - enn eitt leikrit fyri, hvussu loysingarflokkarnir best kunnu lirkað seg framm til fullveldið.
?Tit hava havt allar møguleikar at yvirtakað hesi seinastu 5 gullárini - hví hava tit ikki yvirtikið??
?Tit hava havt møguleika at latað Føroya Fólk talað við eini fólkaatkvøðu um fullveldi ella ei - tað tordu tit ikki.
?Tit hava havt møguleikan at fyrireika/ geara samfelagið til fullveldið - men hava gjørt beint øvugt og úrslitið av tykkara vanstýring byrjar nú at vísa seg, - tit eru nevniliga longur burtur frá fullveldinum nú enn tá tit fóru í samgongu í 1998.
?Tit hava prógva, at tit slettis ikki eru kompetent til at leiða eina tjóð, men livað í eini fantasiheimið, har tit halda at alt kemur av sær sjálvum.
LEIKTJØLDINI
Kristina sigur at hini, - altso tey sum ikki eru sambandsfólk eru byrja at takað leiktjøldini niður, - eg haldi at hon er heilt skeiv, - føringar vilja hava sitandi samgongu at takað sirkustjaldi niður og enda showið, flestu hava fingið meir enn nokk av tykkara leikið við tilveru teirra,og vóna at hann skjótt er at enda komin, soleiðis sum tú sigur í grein tíni .
Teir føroyingar sum í mong ár hava havt føtur undir egnum borið (teir eru ikki so fáir), vilja hava frið at livað eitt áhaldandi virðiligt lív og eina virðiliga framtíð - og eina slíka eru tit í tjóveldisflokkinum ikki før fyri at veita føroyingum
Heingið tit heldur tey óbrúktu arbeiðsklæðini aftur á krókin, og leggið tað skeivu kumpassina, sum hevur sent tykkum so langt av kós aftur í amboðskassan saman við restini av ónýtiligu amboðum tykkara.
The show definetely need to go on - but with more serious players than the present.