Á páskum skipar Heimamissiónin fyri stórari páskastevnu í Ítróttarhøllini í Runavík. Stevnan er frá páskaaftan til 2. páskadag.
Í fjør skipaðu missiónsarbeiðini í Eysturoy fyri páskastevnu í Ítróttarhøllini á Skála. Tiltakið var so mikið væleydnað, at avgjørt er at hava tað aftur í ár.
Fyrr hevur verið vanligt, at páskastevna er í einum av størru missiónshúsunum í Eysturoynni uppá skift, men stýrini í missiónsarbeiðunum í Eysturoynni hava avgjørt at halda á við páskastevnuni, og umboð fyri stýrini hava verið á fundi saman og lagt skránna fyri páskastevnuna.
Stevnan byrjar páskaaftan, 3. apríl, og heldur á til 2. páskadag, 5. apríl. Avgjørt er, at tey staðbundnu missiónshúsini kunnu hava møti í sínum egna missiónshúsi skírisdag og langa fríggjadag, um tey ynskja tað, men at missiónshúsini vera stongd frá leygardegi til 2. páskadag, tí tá fara øll á páskastevnuna í Ítróttarhøllini í Runavík.
Páskaaftan verður møti klokkan 20, meðan 1. og 2. páskadag verður møti klokkan 19. Harafturat verður stórt familjumøti páskadag klokkan 15 fyri alla oynna og onnur áhuga, og eitt stórt ungdómstiltak leygarkvøldið klokkan 22.30.
Evnið fyri stevnuna er ´Hann er risin upp´ og er tikið frá Matteus 28,6.
Talarar á páskastevnuni vera Pól Johannesen, Klaksvík, Símun P. Jacobsen, Innan Glyvur, Marius Jacobsen, Leirvík og Christian Joensen, Saltangará. Tey, ið syngja, vera Bethaniakórið í Gøtu, Manskórið í Thabor í Fuglafirði, Glyvrakórið og barnakórini Strendur/Skála, Barnakórið í Tabor á Toftum og barnakór Glyvra kirkju.
Umframt møti og onnur tiltøk, verður eisini bókasøla og básar við kunningartilfari.