Frelsari vár,
tey bløðandi sár,
á krossi Hann hekk,
Hann tók syndina vekk.
Hann segði har,
tað fullgjørt var,
Hann gav upp ond
í Harrans hond.
Av grøvini upprisin Hann,
sum sigur yvir deyðan vann,
í himnabúð jú Hann er har,
øll skuld er goldin tær og mær.
Og kæri Jesus, eg takki tær,
fyri lívi títt, ið tú gavst mær,
eitt pláss til reiðar tú mær ger,
til eg fari úr hesi verð.
???????????????????????
Olaf F. Berg