Fríggjadagur verður av mongum mettir at vera óeydnisdagur. Kanska mest í spølni nú á døgum, men tað eru enn summi, ið hava eitt sindur av pátrúgv. Sambært Eyðuni Joensen, fólkalívsfrøðingi, var tað gamalt, at fríggjadagur var eydnisdagur í Føroyum. Seinni er útlendska mentanin við, at tað er óeydnisdagur komin til Føroyar, og enn í dag eru summi, sum taka dagin í størsta álvara. Tveir dagar hava fingið skuldina fyri hesa pátrúgv. Annað er langi fríggjadagur, uttan at vera nakað religiøst og hin hendingin var fríggjadagin 13. oktobur í 1307, tá Filip IV. av Fraklandi gjørdi seg inn á tempulriddararnar. Hinvegin fer hátíðarhaldið at halda fram, tí talan er um góðar søgur.
Pátrúgv má víkja fyri deadline
Vanligt er, at mann ikki kastar uppá í binding fríggjadagar. Men hetta er ikki nakað, ið ávirkar fyritøkuna Guðrun og Guðrun.
- Vit mugu arbeiða tá vit kunnu, og so má pátrúgvin víkja fyri deadline, sigur Guðrun Ludvig. Hon sigur tó, at hetta er nakað hon hevur hoyrt um fyrr, og at tað bara er jóladag, hon ikki kann finna uppá at kasta uppá.
- Vit kunnu ikki nýta gamla pátrúgv, tá onkur stendur og bíðar eftir einum plaggið, greiðir Guðrun Ludvig frá, sum ikki dugir at ímynda sær, hvussu tað hevði verið, um hon ikki kundi arbeiða fríggjadag.