Nevndin í Havnar Tennisfelag hevur sett Pætur M. Dahl til landsliðsvenjara í tennis fyri árið 2013.
Tennislandsliðið fer at luttaka á oyggjaleikunum í ár, sum verða á Bermuda í tíðarskeiðnum 13.-19. juli.
- Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar eru byrjaðar, og um ein mánað ella so verður endaliga landsliðið úttikið, sigur Havnar Tennisfelag.