##med2##
Skála er einsamalt á aftasta plássi í Betrideildini við bert einum stigi aftaná 0-3 ósigurin móti oddaliðnum, HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Tá liðini fóru inn til steðgin sá tað gott út hjá Skála, tí tá var støðan 0-0.
- Vit gjørdu ikki arbeiðið liðugt, greiðir veteranurin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen frá í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1.
Pætur staðfestir, at arbeiðssetningurin hjá Skála gerst ikki lættari við teimum skaðunum liðið hevur, og nú Teitur Poulsen eisini mátti út við skaða er tað ikki blivið lættari hjá Skála.
Pætur heldur fyri, at Skála hevur nærmast yvirtikið Landssjúkrahúsið við teimum mongu skaðunum liðið hevur.
HB - Skála 3-0 (0-0)
1-0: Pætur Petersen, 51.
2-0: René Shaki Joensen, 60.
3-0: Øssur M. Dalbúð, 66. (br.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Dam Jacobsen.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum HB fekk móti Skála. Heðin Askham var viðmerkjari, og hann tók eisini stutt samanum ein greiðan og væl uppibornan sigur til HB. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við bert 16 ára gamla framrættaða miðvallaran hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi.