Pávin var ein tryggur klettur

- Fyri katolikkar og nógv onnur við var Pávin tann størsti á jørð. Tú vart ongantíð í iva um, hvat hann stóð fyri, og eini slíkari fyrimynd hevur heimurin kanska meir brúk fyri nú, enn nakrantíð, sigur Kinn Magnussen, sum er katolikkur

Kinn Magnussen úr Havn er katolikkur, og var ein av teimum 10 føroyingunum, sum fingu høvi at hitta Pávan, tá hann vitjaði í Danmark í 1989.
- Tað var eitt ótrúliga stórt upplivilsi at heilsa uppá pávan. Hann hevði eina fantastiska útráling, og so var hann veruliga áhugaður í at vita, hvørji vit vóru, og hvar vit komu frá. Hann legði til dømis beinanvegin merki til, at vit vóru í føroyskum klæðum, og tað gav okkum eisini høvi til at greiða honum eitt sindur frá Føroyum, minnist Kinn.
Tann størsti á jørð
Minningaríka hendingin gjørdi stórt inntrykk uppá Kinn, tí slíkt er avgjørt ikki nakað, tú væntar nakrantíð at sleppa at uppliva, sigur hon.
- Eg minnist, at tá eg fortaldi fólki, at eg hevið tikið í hondina Pávanum, gjørdust tey ótrúliga ovfarin, og vanliga reaktiónin var sum oftast ?Hann er jú tann størsti á jørðini?. Tað er soleiðis katolikkar og nógv onnur við síggja pávan, og tí er tað trupult at seta orð á, hvønn týdning hann hevði, og hvussu tað kennist, nú hann er deyður.
Kinn er tó ikki í iva um, at Jóhannus Páll II markeraði seg á ein heilt serligan hátt sum Pávi. Hann ferðaðist sera nógv og kom á tann hátt út millum nógv vanlig fólk. Hann var eisini greiður yvir, hvussu stóran týdning fjølmiðlarnir hava og dugdi at brúka teir á ein hóskandi máta. Men hóast hann soleiðis tóktist meir modernaður enn aðrir Pávar, var hann altíð talsmaður fyri aldargomlum kristnum virðum.
- À tann hátt var Pávin ein støðufastur, tryggur klettur, sum eg trúgvi, at heimurin hevur brúk fyri. Ikki at tær nýtist at vera samd við honum, tað er nakað tú gert upp við teg sjálvan - eisini sum katolikkur, sigur Kinn. Hon leggur afturat, tá tú veksur upp sum katolikkur í einum ikki-katólksum landi, verður tú noydd at laga teg til umstøðurnar.
- Tað er, sum við øllum øðrum religiónum. Summi eru meir ortodoks enn onnur. Sjálv gangi eg til messu her í Føroyum og nýti eisini høvi til tað, tá eg ferðist. Hóast ein katólsk messa nokk altíð er eitt sindur merkt av tí mentan, hon er partur av, víkir hon ongantíð so nógv frá, at tú ikki kanst fylgja við.
Jólakrubban
Maður Kinn hoyrir til annan trúðarbólk, men teirra fýra børn eru øll dópt katólskt. Teirra heim er sostatt ein samaseting av tí katólska og tí ikki-katólska, og hóast ymisk katólsk eyðkenni eru í heiminum, roynir Kinn at halda tað so neutralt, sum møguligt.
- Mær dámar ikki at yvirdríva hetta við teimum katólsku ímyndunum. Men jólakrubban hevur stóran týdning fyri meg, og hon kemur frá hvørji jól. Tað eri eg uppvaksin við, og tað haldi eg sera fast við. Eg fekk mína jólakrubbu frá eini nunnu, sum sjálv hevði stoypt teir ymsu figurarnar úr gipsi. Tá eg ferðist í katólskum londum, nýti eg ofta høvi at keypa onkran vakran figur afturat, men tann gamla krubban er framvegis tann sama.
Nú ein nýggjur Pávi skal veljast, fer Kinn at fylgja væl við gongdini. Tann møguleikan hevði hon ikki, tá Jóhannus Páll II varð valdur, tí tá var onki sjónvarp í Føroyum, so tað bar ikki til at fylgja við á sama hátt, sum nú.
- Eg minnist, hvussu ótrúligt tað var, at ein póllendingur gjørdist Pávi, men Jóhannus Páll II hevði kortini longu tá markerað seg sum nakað serligt. Tað verður spennandi at vita, hvør nú verður valdur, men beint nú dugi eg ikki rættiliga at ímynda mær, hvør kemur í hansara stað, sigur Kinn Magnussen.