”Paco” skal venja Gilla og Odd

Gilli Rólantsson hevur í dag fingið nýggjan venjaran og nýggjan ítróttarstjóra

Tað hevur verið rokaligt rundan um norska fótbóltsfelagið Odd, sum hevur føroyska landsliðsspælaran, Gilla Rólantsson, í hópinum.

 

Bæði venjari og ítróttarstjóri eru fyri kortum farnir frá, og síðani hevur liðið leitað eftir avloysarum. Nú hevur felagið sett Pål Arne ”Paco” Johansen sum nýggjan venjara. Nýggjur ítróttarstjóri er Morten Rønningen.

 

Hann hevur ikki drúgvar royndar sum høvðusvenjari, men hevur verið hjálparvenjari hjá millum annað kvinnulandsliðnum, Hønefoss, og pólska Leiga Warsaw. Seinastu tíðina hevur hann verið venjari hjá U18, U19 og U20 hjá Norra.