Pætur Marjunarson Dahl aftur gullvinnari

Tað er ein mánaður síðani, at Pætur M. Dahl vann gullheiðursmerki á Føroyaleikum, og nú hevur hann aftur vunnið gull til FM í harratennis

Aftur eitt ár og aftur eitt gullheiðursmerki til Pætur Marjunarson Dahl.

 

Tað er úrslitið, eftir at FM í tennis hevur verið farnu vikuna.

 

Pætur M. Dahl spældi móti Annfinn Gaard í finaluni, sum hann vann í tveimum settum við settúrslitunum 6-2 6-1.

 

Annfinn Gaard spældi seg í finaluna við at vinna á Jón Brekku, sum annars var í finaluni í fjør. Talan var um ein langan hálvfinaludyst, sum Annfinn Gaard vann við úrslitinum 7-6 6-7 6-3.

 

Í hinari hálvfinaluni spældi Pætur M. Dahl móti Hjalta Mohr, og tann dysturin endaði 6-4 6-1.

 

Jón Brekku og Hjalti Mohr skuldu sostatt eisini spæla um triðja plássið í FM, og tann dystin vann Jón Brekku 6-4 6-3.

 

Erling í Liða aftur serniormeistari

 

Hjá seniorunum varð tað eisini FM vinnarin frá í fjør, Erling í Liða, ið tók gullið aftur í ár.

 

Holger Arnbjerg hevði í ár spælt seg í finaluna, men Erling í Liða var ov sterkur og vann dystin 6-0 6-2.

 

Ingi Højsted vann B-finaluna

 

Eins og vanligt varð kappingin harrakappingin skipað í A og B kapping, har allir teir, ið vórðu spældir út úr A kappingini áðrenn semifinalurnar, endaði í B kapping.

 

Í finaluni í B kappingini spældu Ingi Højsted og Magnus í Króki. Ingi Højsted kom best frá byrjan og vann fyrsta sett við seks partíum móti einum, áðrenn Magnus í Króki svaraði aftur og vann annað settið 5-7. Tá gjørdi Ingi Højsted bart og vann triðja sett eins og fyrsta, soleiðis at samlaða úrslitið gjørdist 6-1 5-7 6-1.

 

Kvinnurnar verða avgreiddar í vikuni

 

Kappingin um føroyameistaraheitið hjá kvinnunum hevur eisini verið í gongd í farnu viku, og hálvfinalurnar verða avgreiddar í dag.

 

Í aðrari hálvfinaluni møtast Rúna Seyer Eliassen og Barbara Jacobsen, meðan Rúna Jakobsen skal spæla móti Føroyaleikavinnaranum frá í ár, Katrin á Neystabø.

 

Báðar hálvfinalurnar verða spældar kl. 16.00 í dag, og finalan verður síðani avgreidd í morgin.

 

##med2##

 

##med3##