Pakistan hjálpir Taliban

Amerikanska stjórnin fordømdi í gjárkvøldið, at loynilig skjøl, sum avdúka samband millum fregnartænastuna í Pakistan og Taliban í Afghanistan, eru almannakunngjørd. Skjølini, sum bløð í USA, Bretlandi og Týsklandi hava fingið, vísa, at pakistanska fregnartænastan virkaði sum ráðgevi hjá Taliban-deildum í Afghanistan.

James Jones, sum er trygdarráðgevi í USA, sigur, at amerikanska stjórnin mótmælir hvassliga, at einstaklingar og stovnar hava almannakunngjørt loynilig skjøl, sum kunnu seta lívið hjá amerikonskum hermonnum í vanda og skaða landsins trygd.

New York Times skrivar, at pakistanska fregnartænastan gav Taliban ráð um, hvussu rørslan skuldi berjast ímóti amerikkonsku hermonnunum í Afghanistan. Taliban fekk eisini ráð um, hvussu rørslan skuldi beina afghanskum leiðarum, skrivar blaðið.