Pakkin ið bleiv burtur - um bústaðar- og fíggingarviðurskifti

Nógv er skrivað um Bústaðarpakkan, sum ikki kom, um einstáttað sethúsaútboð, um ov dýra fígging og um tørvandi heimildir hjá Húsalánsgrunninum.

Tað tykist sum flest øll, og eisini allir politiskir flokkar, eru samd um, at vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman, og at soleiðis hevur verið í eina rúma tíð. Týdningurin kann neyvan undirmetast.
Prát um fólkavøkstur er eisini prát um, at tey ungu skulu støðast ella flyta heimaftur, um at tey eldru kunnu flyta úr størri í minni og lættari, at støk kunnu hava ráð at verða verandi í landinum, og at hóskandi møguleikar eru til fólk við serligum tørvi – alt hetta eru mál, sum eisini knýta seg at einum fjøltáttaðum og kappingarførum bústaðarmarknaði.

Hvat merkir so tað
Ein fjøltáttaður bústaðarmarknaður merkir, at ymiskir bústaðir og bústaðarsløg eru í útboði. Tað eru ikki fólk ella familjur, ið skulu laga seg til tey sethúsini, ið dýrt eru til sølu, men heldur skal tað verða eitt breitt úrval av leigu-, luta- og eigaraíbúðum ymsastaðni í landinum, av ymiskari dygd og í ymiskari príslegu. Hetta kann eisini lata upp fyri, at eldri kunnu flyta úr stórum húsum í hóskandi íbúðir, soleiðis at húsini kunnu gagna barnafamiljum í staðin.

Ein kappingarførur bústaðarmarknaður merkir, at tað ikki má verða nógv dýrari at seta búgv í Føroyum enn í londunum, sum vit samanbera okkum við. Búskaparliga grundarlagið er heilt einfalt ikki til staðar og er tú ikki kappingarførur, so tapir tú – eisini hvat fólkatali viðvíkur.
Inntøkustøðið hjá okkum er í meðal lægri enn í t.d. Danmark og við einum hægri livikostnaði á nógvum økjum, gerst bústaðarkostnaðurin dropin, ið fær bikarið at flóta yvir.

Rentustuðulin er lækkaður, og vit hava ikki íbúðartrygging til tess at lækka leigukostnaðin í Føroyum hjá teimum við lægri inntøkunum. Hesi viðurskifti eru tað tjóðarbúskaparligar orsøkir til – og er tað ein onnur søga. MEN kunnu vit so einki gera ?

Jú – tað ber væl til at fáa eitt størri og meira fjøltáttað útboð av ódýrum bústaðareindum í Føroyum.
Lógaruppskot um øktar heimildir til Húsalánsgrunnin og lógaruppskot um lutaíbúðafeløg eru til viðgerðar í Løgtinginum. Við hesum uppskotum er einki til hindurs fyri, at Húsalánsgrunnurin beinanvegin kann fara undir at fyrireika leigu-, luta- og eigaraíbúðir í tann mun marknaðurin talar fyri tí.

Latið okkum ikki steðga við hesum:

Vit hava tørv á betri realkreditt fígging í Føroyum. Antin sum eina føroyska realkreditt loysn ella sum eitt væl betri tilboð til føroyingar í samstarvi við útlendskan realkreditt veitara, enn tað sum vit í dag síggja frá føroyskum peningastovnum.
Vit kunnu miðvíst arbeiða fyri at geva Húsalánsgrunninum tann týðandi leiklut á bústaðarpolitiska økinum sum tørvur er á, og sum vit m.a. kenna frá “Husbanken” í Noreg og “Ìbúðalánasjóður” í Íslandi.

Min vón er, at málini bæði : lógin um Húsalánsgrunnin og lógin um Lutaíbúðir fáa ta viðgerð tær hava uppiborið og verða atkvøddar igjøgnum i løgtinginum vid greiðum meiriluta.

Vinnarin er brúkarin .