Pál Joensen gjørdist ov stuttur til eitt heiðursmerkjapláss, tá hann í gjár svam finaluna í 1500 metra frí. Frammanundan kappingina hevði hann annars bestu tilmeldingartíð á teininum.
Pál Joensen svam tó munandi seinni enn sína egnu tilmeldingartíð, ið var 14:50.59. Tá hann kom á mál var tíðin 15:13.69, og rakk tað einans til eitt fimta pláss. Tað skrivar svimjing.com.
Tríggir føroyskir svimjarar hava luttikið í World Cup stevnuni í Doha. Hinir báðir, Óli Mortensen og Alvi Hjelm vóru eisini í hylinum í gjár.
Óli Mortensen royndi seg eins og Pál á 1500 metra frí, og svam teinin upp á 15:54.34. Tað var betri enn tilmeldingartíðin, ið var 15.49.14. Tað rakk til eitt tólvta pláss.
Alvi Hjelm svam 200 metra blandað, og kom á mál við tíðini 2:12,46, ið er eitt sindur verri enn tilmeldingartíðin á 2:08.98. Alvi gjørdist nummar 20 út av 29.