Pál Weihe hevur nú koronu triðju ferð

- Tað hevur gingið rímiliga væl hesaferð, og í morgin kann eg fara út aftur, sigur maðurin, sum gjørdist ímyndin av koronuráðgevingini í Føroyum

 

Síðan leygardagin hevur Pál Weihe ligið við influensu. Hann hevur verið eitt sindur heitur um pannuna, sum hann tekur til, og hann hevur hostað.

 

- Vanliga máti eg ikki fepur, og tað havi eg heldur ikki gjørt hesaferð. Men, tá krímsjúkan líka sum dró út, fekk eg skaffað mær eina koronutest.

 

Ímyndin av koronuráðgevingini í Føroyum, sum Pál Weihe má sigast at hava verið, sigur, at nú hann læt seg kanna heima, vísti tað seg, at hetta er korona.

 

- Eg var saman við beiggja mínum, Klæminti Weihe, áðrenn eg legðist við krímsjúku farna vikuskiftið, og tí hevði eg eitt sindur ringa samvitsku.

 

Hann sigur, at hann ofta plagar at vera plágaður við ovurviðkvæmi um heystarnar, og tí hugsaði hann ikki beinanvegin um koronu.

 

- Tá beiggi mín, sum eisini vísti seg at hava fingið krímsjúku, læt seg kanna, vísti royndin hjá honum, at eisini hann var positivur.

 

Soleiðis sigur Pál Weihe seg vita um tveir føroyingar, sum hava havt koronu í vikuni.

 

Men, korona er ikki ein samfelagshóttandi sjúka longur, staðfestir holli ráðgevin.

 

- Nú føli eg meg so væl, at eg ætli mær út aftur í samfelagið í morgin, og tá skuldi eingin vandi verið fyri smittu longur, sigur hann.

 

Ráðini hjá Pál Weihe eru, at fólk, sum halda seg hava koronu, kunnu lata seg kanna, og annars er skilagott við krímsjúku altíð at taka rímilig atlit til onnur.

 

- Eg haldi, at hetta er triðju ferð, eg havi koronu, men hetta er aðru ferð, at sjúkan er staðfest við kanning.

 

Pál Weihe sigur, at fyrstu ferð varð hann ordiliga ávirkaður av koronu og hevði tað ikki gott.

 

- Aðru ferð slapp eg eitt sindur lættari, og hesaferð hevur korona verið sum ein vanlig krímsjúka, sigur Pál Weihe.