Páll Fangi spurtaði seg til ólavsøkugullið

6-mannafør menn: Klaksvíkingar syrgdi við øgiligum endaspurti fyri, at klaksvíkingar vunnu FM við fullum stigatali

Undan ólavsøku hevði 6-mannafarið hjá klaksvíkingum, Páll Fangi, vunnið allar róðrarnar, og aftur í dag var Páll Fangi fyrstur á mál.

 

Tað var leingi stórur spenningur. Serliga var tað Skúgvur úr Sandavági, sum í dag var treiskur og ikki vildi sleppa favorittunum. Inntil tað restaðu umleið 100 metrar vóru tveir teir fremstu stavn um stavn, men so var tað ikki lukkulígv, sum klaksvíkingar spískaðu seg.

 

Á síðstu 100 metrunum legði Páll Fangi seg meiri enn eina bátslongd framum fremsta avbjóðaran, og harvið vunnu klaksvíkingar bæði FM og ólavsøkukappróðurin.

 

Hósvíkingur endaði í dag aftanfyri bæði Páll Fanga og Skúgv, men í FM kappingini vann Hósvíkingur silvur og Skúgvur bronsu

 

 

 

1Páll Fangi (KRF)04:20.11
2Skúgvur (SÍF)04:23.17
3Hósvíkingur (HVR)04:24.43
4Rádni (ÍF)ET
5Froðbingur (FSR)ET
6Sjódrekin (Skála)ET
7Sjóherji (Tindur)ET
8Víkingur (HR)ET
9Sølmundur (NSÍ)ET
10Kollfirðingur (KÍF)ET
11Tindur (Tindur)ET

 

stavnur.fo

 

FM úrslitið

 

1Páll Fangi (KRF)49
2Hósvíkingur (HVR)40
3Skúgvur (SÍF)37
4Froðbingur (FSR)24
5Rádni (ÍF)22
6Kollfirðingur (KÍF)9
7Sjódrekin (Skála)7
8Tindur (Tindur)5
9Sjóherji (Tindur)3
10Víkingur (HR)0
11Sølmundur (NSÍ)0
12Gongurólvur (HR)0