Páll Fangi vann grindaróður

6-mannafør menn: FM favorittarnir av Eiði endaðu í dag á fimta plássi

Hetta var ivaleyst mest dramatiski, spennandi og skiftandi kappróðurin higartil í ár. Tólv bátar kappaðust, og á 1000 metra teininum av Glyvrum og inn á Høgaból vóru tað í hvussu so er fýra bátar og kanska fleiri enn so, sum royndu at vera fremstir.

 

Hvalurin vann tríggjar tær fyrstu kappingarnar. Á fjarðastevnu í Vestmanna var tað Skúgvur úr Sandavági, sum vann, og í dag var tað Páll Fangi úr Klaksvík, sum vann.

 

Hvalurin av Eiði bjóðaði eina lítla løtu av, men í endaspurtinum datt hann heilt aftur á fimta plássi. Froðbingur legði seg á odda í miðróðrinum, og Hósvíkingur var væl stinnari í dag, enn hann higartil hevur verið.

 

Men tá ið alt kom til alt, so vóru tað Skúgvur í Sandavági og Páll Fangi úr Klaksvík, sum fóru stavn um stavn fram ímóti málinum, og á málinum hevði Páll Fangi rongina undan bátinum úr Sandavági.

 

Tíðirnar siga, hvussu tætt og spennandi tað var. Frá Hvalinum á fimta plássi og fram til Páll Fanga vóru tað færri enn trý sekund.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo