Páll Fangi var flúgvandi

6-mannafør menn: Klaksvíkingar eru stórfavorittar at vinna FM

Hósvíkingur hevði í startspurtinum hug at bjóða av, og tá ið startspurturin var av, var Hósvíkingur meiri enn skutin undan favorittunum úr Klaksvík.

 

Men so hevði Páll Fangi hug at spíska seg. Hann legði seg undir liðina av Hósvíkingi, og so gekk tað skjótt. Páll Fangi megnaði at fáa ein mannin fyri og annan eftir undan, skjótt var munurin ein bátslongd, og fram ímóti málinum var Páll Fangi tað mesta av tveimum bátslongdum undan næstu avbjóðarunum.

 

Hósvíkingur endaði næstfyrstur, men Skúgvur úr Sandavági hevði eina løtu av álvara hug at bjóða av. Á málinum var tað tó tað mesta av einari bátslongd frá Hósvíkingi og aftur til Skúgv.

 

Páll Fangi hevur vunnið allar fimm róðrarnar, og Páll Fangi er harvið stórfavorittur at vinna FM.

 

-

 

1Páll Fangi (KRF)04:34.45
2Hósvíkingur (HVR)04:38.37
3Skúgvur (SÍF)04:40.49
4Froðbingur (FSR)04:43.14
5Rádni (ÍF)04:44.24
6Sjódrekin (Skála)04:46.22
7Tindur (Tindur)04:48.48
8Sjóherji (Tindur)04:49.22
9Sølmundur (NSÍ)04:50.41
10Kollfirðingur (KÍF)04:51.45
11Víkingur (HR)04:53.15

 

stavnur.fo

 

-

 

FM støðan

 

1Páll Fangi (KRF)35
2Hósvíkingur (HVR)29
3Skúgvur (SÍF)26
4Froðbingur (FSR)17
5Rádni (ÍF)15
6Kollfirðingur (KÍF)9
7Tindur (Tindur)5
8Sjódrekin (Skála)4
9Sjóherji (Tindur)0
10Sølmundur (NSÍ)0
11Víkingur (HR)0
12Gongurólvur (HR)0