Myndir: Álvur Haraldsen

Tann fyrsti Volvo 144 í Føroyum

Í Fuglafirði er ein søguligur bilur, sum feðg­ar­nir Petur og Torfinnur við Gjónna eiga. Talan er um tann fyrsta Volvo 144, sum kom til Føroya í 1966.

Myndir: Álvur Haraldsen

Hóast tað eru nakrir bilar í Føroyum, sum er um sama aldur sum hesin, eru teir flestu innfluttir sum brúktir sum ellisakfør. Tað er sera sjáldsamt, at ein bilur um hendan aldur er keyptur sum nýggjur her og hevur havt somu nummarplátu alla tíðina.

 

Á forsíðuni á donskum bilblaði frá 1966 var ein mynd av nýggja Volvo 144, sum var ávegis til Danmarkar. Men har var viðmerkt, at hann var ikki søluvøra enn. Samstundis sum vit lósu hetta, kundu vit síggja ein myrkabláan Volvo 144 hjá Emil Juul Thomsen koyra í Havnargøtum.

 

Nógv varð tosað millum fólk um hendan bilin, tí fá vistu, hvat merki hann var. Hann líktist so avgjørt ikki teimum Volvo, tey vóru von at síggja sum t. d. Amazon og PV. Bil-ur-in var stór-ur og rúmligur, eins og hann hevði nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t. d. dupult bremsusystem og skivubremsur framman og aftan.

 

Soleiðis skrivar Magnus Gunnarsson millum annað um 59 ára gamla Volvobilin, sum nú er í Fuglafirði. 

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

 

 

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen