Páll til reiðar at verða koyrdur úr Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu, tingmaður, er til reiðar at verða koyrdur úr Tjóðveldi fyri at fáa undirsjóvartunnil í Sandoy.

Tað ger hann greitt fyri in.fo í kvøld.

 

Hann sigur, at nú Løgtingið viðgerð spurningin um at gera Eysturoyartunnil, er greitt, sum summir tinglimir í samgonguni taka ikki undir við ætlanini at tunnilin skal vera privatur.

 

Tískil verður nú roynt at kopla Sandoyartunnilin upp í við tí fyri eyga at fáa teir báðar Sandoyartingmenninar at atkvøða fyri tí privata Eysturoyartunlinum og samstundis bjarga samgonguni.

 

Gerhard Lognberg hevur langt síðani gjørt greitt, at fær hann trygd fyri, at farið verður undir Sandoyartunnilin beinanvegin, er hann sinnaður, at atkvøða fyri einum privatum Eysturoyartunli, hóast tað gongur beint ímóti politikkinum hjá Javnaðarflokkinum.

 

Og Páll á Reynatúgvu ger somuleiðis greitt, at fær hann trygd fyri Sandoyartunlinum, verður tað rættiliga torført, fyri ikki at siga ómøguligt, hjá honum at atkvøða ímóti eini ætlan um tað.

 

Hetta verður hann noyddur til, hóast tað merkir, at Eysturoyartunnilin verður privatur og hóast tað merkir, at tað beint av tí øvugta av tí, flokkur hansara, Tjóðveldi, vil.

 

- Sandoy er við at doyggja út. Hetta er ein spurningur um lív ella deyð og finni eg ein máta at bjarga henni, fái eg ikki sagt nei, sigur hann.

 

Hann leggur sostatt dent á, at tá ið atkvøðast skal um tunnilin, fer hann eina og aleina at atkvøða eftir síni egnu sannføring, sama hvat flokkur hansara, sigur.

Hann sigur, at hann fer eisini, at atkvøða eftir síni egnu samvitsku, hóast tað skuldi fingið avleiðingar fyri hann í Tjóðveldi.

 

- Tjóðveldi eigur at kunna rúma øllum tjóðskaparsinnaðum. Eg havi størstu virðing fyri tjóðveldishugsjónini. Men eg eri eri valdur á ting av veljarum og tað er fyrst og fremst teimum, eg standi til svars fyri meg.  Og fær tað avleiðingar fyri meg, verður tað fyri teirra rokning, sum koyra meg úr flokkinum, leggur hann afturat.  

 

Páll á Reynatúgvu ger greitt, at hann hevur ikki tikið støðu til, hvørja støðu, hann tekur í hesum máli.

 

- Kanska taki eg ikki støðu, fyrrenn í síðstu løtu í tingsalininum og tá fari eg at atkvøða fyri einum uppskoti, sum tryggjar okkum ein Sandoyartunnil, um so Eysturoyartunnilin verður almennur, ella privatur.

 

Hann ásannar, at sandoyartingmenninir báðir verða kanska tungan á vágskálini.

 

- Fremsta raðfesting hjá mær er at bjarga Sandoy og atkvøði eg fyri einum privatum tunli, skal tað tískil ikki leggjast út sum um at eg bjargi samgonguni.

Tað skal leggjast út sum um at eg bjargi Sandoy, sigur hann.

 

- Men atkvøður hann fyri privata tunlinum, skal ætlanin fyri Sandoyartunlinum samstundis vera heilt ítøkilig, staðfestir hann.