- Veljarin hevur saknað tað góða gamla við veljarafundum, og tí hava politisku valfeløgini í Norðurstreymoy skipað so fyri, at tríggir veljarafundir eru á skránni komandi dagarnar.
Tað siga valfeløgini, sum hava tikið stig til fundirnar.
Tann fyrsti fundurin verður í auluni í Vestmanna skúla komandi hóskvøld klokkan 19.30.
Hin næsti verður mánakvøldið 24. august klokkan 19.30 í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði, og tann triði veljarafundurin verður í Eydnuni á Oyrarbakka mikukvøldið 26. august klokkan 19.30.
- Vit vóna, at valevnini fara at geva áhoyrarunum gott grundarlag at seta spurningar, og at fleiri áhugaverdir spurningar koma úr salinum eisini, siga fyrireikararnir.
Fyrsti veljarafundurin verður sum nevnt í auluni í Vestmanna skúla í annaðkvøld klokkan 19.30.