Palli Haraldsen 90 ár

Leygardagin 22. mai 2010 verður Palli Haraldsen í Sørvági 90 ár.

Palli er føddur og uppvaksin í Sørvági. Hann er sonur Harald hjá Elsu og Víka-Mariu. Hann er yngst av fýra systkjum. Hann giftist í Sørvágs kirkju 6. januar 1946 við Jettu Niclasen, ættað úr Miðvági. Brúdleypið varð hildið Uppi á Fossi í einari stórari barakk. Um 200 fólk vóru til brúdleypið.


Jetta og Palli fingu fimm børn: Axel, sum búði Havn og andaðist 5. desember 2005, 59 ára gamal, Harald, sum býr í Hoyvík, Brynjálvur, sum býr í Sandavági og Tormund og Jónhild, sum bæði búgva í Danmark.


Palli hevur verið sjómaður. Hann sigldi við eitt nú Vesturvarða, Vesturskyn og Vesturvón - og var harumframt kyndari við trolaranum Brandi Sigmundarsson. Hann var eisini bilførari í nógv ár. Hann koyrdi buss hjá Hjarvil Rasmussen og hjá N. Niclasen í Sørvági. Tað var serliga rutukoyring til postbátin Ólav á Fútakletti og til Vesturleið á Miðvági.

Seinast í 60-árunum fór hann at koyra tangabil hjá Esso í Vágum - seinni Statoil. Har koyrdi hann í samfull 35 ár. Í hesum starvi var fryntligi "Oljupalli" mangan góður at heita á hjá fólki, tá oljan var uppi.


Í bókini Postur í Føroyum greiðir Alfred Olsen í Vestmanna frá um syndarligu hendingina tann 29. desember 1958, tá beiggi hansara Karmal druknaði. Hetta var í samband við, at postbáturin Ólavur ikki fekk lagt at á Fútakletti. Teir settu ein lítlan bát út at sigla millum Ólav og lendingina.


Báturin holvdist, og brøðurnir Karmal og Alfred Olsen, sum ikki dugdu at svimja, endaðu á sjónum. Tá hin bróðurin, Torkil, ið var umborð á Ólavi, skuldi loypa á sjógv fyri at bjarga teimum, kravdi Palli Haraldsen, ið var eitt av ferðafólkunum, sum skuldi við Ólavi hendan dagin, at Torkil skuldi hava ein enda á sær. Alfred sigur, at um Torkil ikki hevði havt ein enda á sær hendan dagin, høvdu helst allir tríggir brøðurnir latið lív. Her tók Palli eina sera skilagóða avgerð, sum tey avvarðandi vóru honum sera takksom fyri.


Hást høgan aldur er Palli virkin og álitið á Harran fyllir gerandisdagin. Hann hevur sungið við streingjakórinum í Sørvági til fyri heilt fáum árum síðan. Palli og Jetta eru røsk at ferðast bæði innanlands og uttanlands. Palli koyrir til Havnar í heilum - og tað er ongin trupulleiki at koyra bæði suður og vestur aftur sama dag. Og so eru tey eisini nærum hvørt summar og vitja børnini í Danmark. Tey ganga høgt upp í familjuna, at tey trívast og teimum gongst væl. Abbabørnini hava havt mangan góðan biltúr við Palla og hava nógv góð minnir at hyggja afturá.


Hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Takk fyri alt, sum tú ert fyri okkum. Vit gleða okkum til at hátíðarhalda hendan dagin saman við tær.


Dagurin verður hildin í Sandavági hjá soninum Brynjálvi leygardagin frá kl. 16. Tit, ið vilja gleða hann á føðingardegnum, eru vælkomin til ein betri bita.

Heilsan vit øll