Palli er ein teimum persónum, sum eg frá míni tíð í fiskimannafelagnum minnist við gleði. Hann var altíð fryntligur og blíður, og tey vóru mong prát, vit fingu saman, um tað var í telefon ella vit hittust.
Hann fortaldi millum annað um tað harða fiskimannaverkfallið í 1954, har hann kom í søguna fyri tann dóm, hann tá fekk.
Tey munnu vera sera fá, sum í dag minnast hetta. Tí kann tað vera hóskandi at taka hesa søgu fram, nú Palli hevur ein so stóran føðingardag.
Erlendur Patursson gjørdist formaður í Føroya Fiskimannafelag við ársbyrjan 1953. Tá lá felagið við uppsøgdum sáttmála við reiðarafelagið. Hetta endaði við einum verkfalli, sum vardi heilar 3 mánaðir. Hetta verkfall endaði ikki so heppið. Lutvíst gjørdist sáttmálin ikki tann, menn høvdu vónað. Í summum førum gjørdist hann verri enn frammanundan. Afturat tí vóru uppsagnarreglurnar av sáttmálanum so ógreiðar, at bæði feløgini skuldu siga upp, fyri at sáttmálin skuldi fara úr gildi.
Hetta fekk fiskimannafelagið til at finna eitt páskot til at krevja nýggjar samráðingar um sáttmálan. Hetta avvísti reiðarafelagið, tí tað segði sáttmálan framvegis at vera í gildi. Tískil varð verkfall lýst, og tað vardi í tveir mánaðar. Hetta verkfall varð dømt at vera ólógligt av fasta danska gerðarrættinum, og felagið fekk eina bót uppá kr. 250.000., sum í dag vildi svara til 6-7 mill. Seinni fekst tó ein skipan millum feløgini, hvussu hetta skuldi greiðast, men tað er ein onnur søga.
Verkfallið helt tó fram, og nú varð tað snarað til at gerast eitt politiskt krav móti løgtinginum at hækka minstulønina. Hetta eydnaðist eisini, og minstalønin varð hækkað úr kr. 500 í kr. 800 um mánðaðin.
Palli og skalkijarnið
Nú koma vit til søguna hjá Palla og skalkijarnið. Slík verða ikki brúkt í dag, men hetta er ein fløt jarnstong, sum skuldi vera við til at skora presendingar, sum vóru lagdar oman á trælúkur, so lúkan gjørdist tøtt.
Tá verkfallið varð kent at vera ólógligt, vóru skiparar, sum royndu at sleppa sær avstað, hóast FF segði verkfallið standa við. Eitt av hesum skipum var trolarin Vesturskin úr Sørvági, har Dánjal Niclassen, abbabeiggi Jørgen, var reiðari.
Hetta máttu fyri alt í verðini forpurrast, tí slapp fyrst eitt skip avstað, kundu fleiri fara, so kundi hetta gerast endabresturin á verkfallinum. Og kanska eisini hjá Erlendi Paturssyni, sum longu tá hevði politiskar dreymar.
Erlendur fekk sent boð inn á Skálafjørðin eftir hjálp. Tað lá so væl fyri, at fiskimenn júst tá høvdu verkfalsfund.
Tískil varð skipað fyri at senda bátin “Dúgvan” inn á Skálafjørðin eftir fólki at koma til hjálpar. Ein av hesum var Palli. Men tað var um reppið, at hann yvirhøvur kom við. Hann búði í Saltnesi, og tá ið hann frætti um tiltakið, tók hann súkluna og skundaði sær út á Toftir, har Dúgvan legði at eftir fólkinum. Men ólukkutíð var Dúgvan júst farin frá bryggju, tá ið hann kom hagar. Dúgvan skuldi eisini leggja at á Nesi eftir fólki. So Palli fór aftur á súkluna og súklaði við ferð út á Nes, og nú eydnaðist at sleppa umborð. Einir 50 mans vóru tá umborð. Tá ið teir koma til Havnar varð stevnt beinleiðis móti Vesturskini. Hetta var í seinastu løtu, tí trolarin var við at draga akkerið upp fyri at fara avstað. Fólkið av Dúgvuni royndi at koma umborð, men reiðarin gjørdi alt, hann kundi, fyri at forða hesum. Millum annað varð sagt, at Vesturskin slepti heitan damp móti Dúgvuni, og kundi hetta havt avleiðingar fyri tann, sum møguliga varð raktur.
Reiðarin tók so eitt skalkijarn, sum hann nýtti at verja borg við fyri at forða monnunum at koma umborð. Hann rakti eisini ein toftamann í fingurin, so hann stakk upp at bløða. Tá helt Palli, at hetta kundi ikki fara at bera til Hann fekk lopið inn á dekkið á Vesturskin. Tað eydnaðist honum at taka skalkijarnið av Dánjali og at blaka tað inn á dekkið á Dúgvuni.
Men Dánjal ætlaði sær ikki at gevast so, og Palli skuldi ikki sleppa so lætt. Men her var Palli aftur tann kvikari. Dánjal stóð uppi á einum halddekkið, sum var nakað omanfyri sjálvt dekkið, har Palli stóð. So Palli tók um beinini á Dánjali, lyfti hann upp frá og legði hann niður á dekkið. Tá var henda orrustan av.
Hetta endaði so við, at trolarin fór ongan veg og varð liggjandi til verkfallið var av. Løgreglan kom umborð og fekk skipað fyri, at hesir fremmandu fiskimenn av Skálafjørðinum fóru í land.
Palli fekk treytaðan dóm
Hesin tilburður endaði í rættinum og Erlendur Patursson varð dømdur at sita í 40 dagar. Hetta var beint undan løgtingsvalinum 8. november 1954, og Erlendur var uppstillaður í Sandoynni. Erlendur valdi at fara beint eftir dómin út í Tinganes, og sat har meðan valið var. Hann kundi tískil verða roknaður sum ein pínsluváttur hjá fiskimonnum, og hann varð eisini valdur strúkandi inn á ting. Tjóðveldisflokkurin økti tingmannatalið út tveir í seks, og var hetta fyrst og fremst fiskimonnum fyri at takka.
Palli varð eisini ákærdur fyri sín leiklut í hesum máli. Hann fekk treytaða fongsulsrevsing í 30 dagar. Hann fór tí ikki inn at sita, og dómurin var heldur ikki fyri hann roknaður sum nøkur vanæra.
Tað gekk hjá Erlendi sum hjá Fischer Heinesen. Tá hann varð latin leysur, var hann móttikin sum ein hetja. Um kvøldið var døgurði heima hjá Erlendi, og har var Palli boðin við saman við nógvum av teimum, sum vóru við í hesi orrustu.
Annars er at siga, at skalkijarnið er til enn. Tað hevur alla tíðina verið í varðveitlsu hjá Føroya Fiskimannafelag, har tað kann síggjast. Tað sær ikki út av nógvum, men søguligt er tað í hvussu er.
Aftur umborð á Vesturskin!
Tað stuttliga í hesi søgu er annars, at Palli seinasta árið hevur búð á sambýlinum Vesturskin, sum júst er tað skipanavn, hann var við til at gera ein part av søguni fyri meira enn 50 árum síðani. Á sambýlinum verður skemtað við, at nú er Palli aftur komin umborð á Vesturskin!
Palli fór annars sum ungur til skips. Men aftaná at hava siglt í 10 ár fekk hann tuberklasmittuna, og hann legðist uppá land. Tá kom hann at arbeiða hjá svági sínum Hans Olivur Højgaard, stjóra á Højgaardfyritøkuni. Teir hava tískil verið mótpartar í verkfallinum í 1954, men tað hoyrdi hann einki fyri.
Palli giftist við Høgninu av Roykheyggi. Hon doyði í 1996. Tey fingu trý børn Jórun, Jógvan og Jákup Martin. Abbabørnini eru fimm og langabbabørnini sjey.
Palli er framvegis lættur og positivur í sinninum, og tað verður ynskt honum hjartaliga tillukku við teimum 85 árunum við tøkk fyri tað, sum vit hava havt saman.
ó.