Panic fer til FS Vágar

Jovan Radinovic-Panic, sum í ár hevur spælt við HB, skal komandi ár spæla í FS Vágum. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari. Jovan kom til HB, tá tað stóð greitt, at felagið ikki fekk fatur á Milan Kuljic, tí ávísar ásetingar í útlendingalóggávuni ikki vórðu fylgdar.
Men nú HB loksins fær mannin, sum tey bíðaðu eftir, ynskti felagið ikki at leingja sáttmálan við Jovan. Eitt skifti ljóðaði, at hann skuldi spæla við NSÍ ístaðin,m en tað verður altso í Sandavági, at hann nú fer at vísa síni evni.
Panic spældi í ár 20 dystir við Formula-liðnum hjá HB, og skeyt hann eitt mál í hesum.