Par fór til hendurs

Vikuskifti var longri fyri summi enn onnur, og í gjárkvøldið fór eitt rúsað par til hendurs í Havnini.

 

Tað varð komið ilt í millum parið, og farið var út á vegin at loysa ósemjuna. Hetta gekst ikki heilt eftir vild, og vakthavandi hjá løgregluni sigur, at parið rullaði á vegnum, meðan tey slóust.

 

Tá samanum kom, var eini parturin fluttur á landssjúkrahúsið og hin í fullibrummuna at sova rúsin av sær.

 

Vakthavandi sigur, at tað ikki verður gjørt meira við málið.