Løgreglutíðindi
Fríggjakvøldið gjørdi løgreglan í Klaksvík paragraf 13 kanningar. Í hesum kanningunum verða dekkini, ljósini og førarin kannað.
40 bilar vórðu kannaðir, men bara fimm rapportir vórðu skrivaðar. Tríggir førarar koyrdu uttan trygdarbelti, meðan ein førari varð steðgaður á knallert fyri at koyra uttan koyrikort og fallhjálm.
Eftir 1. mai er ikki loyvi at koyra við píkadekkum, og kanningarnar eru kanska serliga ætlaðar píkadekkunum, men eingin av teimum kannaðu hevði píkadekkini undir bilinum.