Parkeringsvørðar í Havn skulu fáa skeið í sjálvverju

Parkeringsvørðarnir í Havn verða hóttir av illum bilførarum, men býráðið heitir nú á fólk um ikki at gera seg inn teir, tí teir gera bara sítt arbeiði

Vit eiga ikki at góðtaka, at parkeringsvørðarnir í Havn verða hóttir. Tað heldur Bjørg Dam, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin.

 

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið samtykti býráðið at seta ein parkeringsvørð afturat, so at teir nú verða fýra í tali. Ein orsøk til, at tað er neyðugt  við einum parkeringsvørði afturat, er, at talið á bilum er vaksið so nógv, at tey makta ikki uppgávuna longur við bara trimum parkeringsvørðum.

 

Men ein onnur orsøk er, at tað hendir seg meiri enn so, at parkeringsvørðar verða hóttir av illum bilførarum og tí vilja teir helst ikki vera einsamallir til arbeiðis. Nú ein parkeringsvørður verður settur afturat, kunnu teir verða tveir og tveir í fylgi.

 

 

Les eisini: Fara nú í hernað ímóti ólógligari parkering í Havn

 

 

Bjørg Dam heldur ikki, at vit eiga at góðtaka, at parkeringsvørðarnir ikki kunnu fáa frið at útinna sítt starv, men at teir skulu føla seg hóttar. Og hon heldur ikki, at svarið upp á tann trupulleikan er ikki at seta ein parkeringsvørð afturat.

 

Vit eiga at hava eina nullhugsjón á hesum øki og tað merkir, at vit eiga als ikki at góðtaka yvirhøvur, at parkeringsvørðar, sum gera sítt arbeiði, verða hóttir, heldur hon. Hinvegin heldur hon, at parkeringsvørðarnir eiga eisini at verða betri fyrireikaðir til at útinna sítt starv og hon heldur, at teir eiga at fáa skeið í sjálvverju og skeið í at tosa við ill fólk. Hon heldur at tað hevði fingið teir at følt seg tryggari, tí sjálvsagt skulu teir ikki verða hóttir.

 

Býráðslimir halda eisini, at tað er harmiligt, at parkeringsvørðar ikki fáa frið fyri illum bilførarum. Men teir halda eisini, at ein grund til, at bilførarar øsa seg upp, er, at tað er so stórt trot á parkeringsplássum og loysnin upp á tað er sjálvsagt at útvega fleiri parkeringspláss.

 

Men tað er eisini greitt, at tað verður ikki í næstum, at tað verður útvegað nakað nevnivert av parkeringsplássum í Havn.

 

Næsta ár hevur býráðið sett fimm milliónir av til parkering. Tað fáast ikki nógv parkeringspláss fyri fimm milliónir, men Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, sigur, at ætlanin er at seta parkeringsviðurskiftini á skrá av álvara, og at brúka ein part av pengunum fáa greiði á, hvussu trupulleikin skal loysast.

 

Annars ætlar býráðið at eisini at koma við eini almennari áheitan á fólk um at virða parkeringsvørðarnar og ikki at gera seg inn á teir, tí teir gera ikki annað enn tað arbeiðið, teir eru settir at gera.